5. element

Íløgupallurin verður dagførdur

Í næstu viku fáa vit eina nútímans og brúkaravinarliga íløguloysn, har tú lætt og skjótt kanst keypa og selja virðisbrøv.

Í samband við skiftið til nýggja íløgupallin, verður ikki møguligt at handla við íløgum í Netbankanum í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 14. juni kl. 16 til mánadagin 20. juni kl. 8. Handil umvegis handilsborðið verður somuleiðis avmarkaður.

Eru ivamál, ella hevur tú átrokandi boð, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Markets á dealer.banki@betri.fo ella á telefon 348000.