Ávaring um følsk SMS-boð
Í løtuni eru ymisk følsk SMS-boð í umferð, ið biðja teg trýsta á eitt leinki, rita inn við Samleikanum og síðani lata upplýsingar um gjaldskort o.a. Boðini látast eitt nú at vera frá Samleikanum, Nets ella onkrum heilt triðja, men í veruleikanum er talan um snýt.
Vit heita tí á teg um at vísa varsemi, um tú fært eini slík SMS-boð, og ongantíð at lata tínar persóns- ella kortupplýsingar.
Read about fake text messages in English here
Hvat skalt tú gera, um tú ivast?
Hevur tú longu fingið boðini, skalt tú strika tey.
Hevur tú trýst á leinkið ella skrivað loynitalið, mæla vit tær til at endurnýggja Samleikan. Sí vegleiðing her.
Hevur tú illgruna um at tínar kontoupplýsingar eru misnýttar, skalt tú rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt. Sí vegleiðing her. Fylg síðan við, um tú sært óregluligt virksemi á netbankanum.
Ring til okkara á 348 000, um tær tørvar hjálp, ella hevur spurningar um eitt hvørt.
