500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør
- Fyrra hálvár í ár var eingin ódn, eingin stórskaði og skaðatalið var munandi lægri enn somu tíð í fjør. Tað hevur við sær, at útgjøldini til skaðar eru væl lægri enn vanligt, nú árið er komið í helvt, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, um góða hálvársúrslitið
Tíðindaskriv
Fyrra hálvár í ár vóru umleið 500 skaðar færri enn fyrra hálvár í fjør.
- Partvís hongur hetta saman við, at vit ikki hava havt nakra ódn ella aðrar stórskaðar, sum ávirka skaðatalið í stóran mun. Partvís kann tað eisini skyldast stóra fyribyrgingararbeiðið, sum vit seinnu árini eru farin undir. Fólk gera tað, tey kunnu, fyri at sleppa undan skaðum, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.
Alt hetta tilsamans hevur við sær, at útreiðslurnar hjá Betri Trygging eru væl minni enn vanligt og væl minni enn væntað. Kortini eru omanfyri 120 milliónir lætnar kundum aftur í endurgjøldum fyri skaðar.
Samstundis tryggja fólk og feløg seg sum heild væl. Eitt nú veksur talið á vanlukkutryggingum støðugt, tí fólk vilja tryggja maka og børn, um tað ringasta skuldi hent.
Hartil hava íløgurnar givið gott avkast seinasta hálvárið.
- Vit samgleðast við kundunum um, at teir ikki hava verið so hart raktir av skaðum seinastu mánaðirnar. Og vit fegnast um góða hálvársúrslitið á 76 milliónir eftir skatt. Hetta er besta tryggingartekniska hálvársúrslitið í nógv ár, men innan okkara øki vita vit jú, at tað kann skifta skjótt. Bara hesar mánaðirnar síðani hálvársroknskapurin varð gjørdur upp, hava vit havt fleiri stórar skaðar. Tá er neyðugt at hava nakað at standa ímóti við, so vit fáa hjálpt kundunum sum best, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.

Tú kanst lesa allan hálvársroknskapin her.
