5. element

Broyttar upplatingartíðir á summum deildum

Vit broyta upplatingartíðirnar á summum av okkara deildum

Deildirnar í Saltangará, Klaksvík, Miðvági og á Tvøroyri fara frameftir at hava opið mánadag til fríggjadag, frá klokkan 10 til 15. 

Á sama hátt verður telefontíðin hjá Kundatænastuni mánadag til fríggjadag, frá klokkan 10 til 15.

 

Deildin í miðbýnum í Havn fer framvegis at hava opið mánadag til fríggjadag, frá klokkan 12 til 15. 

Deildin á Sandi fer framvegis at hava opið mikudagar, frá klokkan 12 til 15.

Deildin Yviri við Strond 2 í Havn fer framvegis at hava opið mánadag til fríggjadag, frá klokkan 9:30 til 16.

Broytingarnar koma í gildi 1. mars 2023.