Freistir fyri ólavsøku

Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera uttanlandsflytingar áðrenn ólavsøku.

Lønarflytingar

Lønir skulu flytast í seinasta lagi hósdagin 24. juli kl. 15.30, um tær skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn ólavsøku.

Uttanlandsflytingar

Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli kl. 13.00.

Vanligar flytingar

  • Flyting til aðra kontu í Betri Banka: Fríggjadag 25. juli kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Hósdag 24. juli kl. 18.30 Flyting sama dag: Fríggjadag 25. juli kl. 11
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er tað skilagott at gera flytingina í góðari tíð.

Tú ert vælkomin at ringja til okkara á 348 000, ella skriva á banki@betri.fo, um tú hevur spurningar.