Eitt felag vit eiga í felag





Tíðindi

Marknaðarkunning fyri 4. ársfjórðing 2025
2025 bleiv eitt ár, har marknaðirnir, hóast nógv handils- og geopolitiskt rok, endaðu við einum jaligum avkasti.

Vit flyta gjalddagin – og gera sum hini
Frá 1. mars 2026 fara kundar okkara at rinda sínar tryggingar fyrst í mánaðinum heldur enn 10. í mánaðinum.

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?
Dámar tær at veita framúr kundatænastu, og stórtrívist tú við at samskifta við kundar við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir. Vit leita eftir einum tænastusinnaðum starvsfólki til avgreiðsluna á deild okkara í Miðvági.

Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar fyri jól og nýggjár.

Eitt felag, vit eiga í felag
Tað, sum vit forvinna í krónum og oyrum á hvørjum ári, lata vit sum stuðul til samfelagsgagnlig endamál og sum limakrónur til allar limirnar. Hví? Tí samanhald er grundarlagið undir felagnum. Betri hevur altíð verið eitt felag, vit eiga í felag, so tá ið vit býta út av tí, sum vit forvinna, so er hetta bara ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.
