Børn

Vit hjálpa tær at geva barninum eina góða fíggjarliga byrjan. Her á síðuni fært tú yvirlit yvir barnakontur, kort og annað, sum Betri Banki bjóðar tínum barni.

Børn

Ungur nemur, gamal fremur

Tað, vit læra sum børn og ung, taka vit vanliga við okkum inn í vaksnamannalívið. Tí er umráðandi at byrja tíðliga at læra um pengar og um, hvussu týðandi tað er at spara upp og handfara pengar ábyrgdarfult. Tá geva vit børnunum góðar fortreytir fyri at duga væl at umsita pengar. 

Niðanfyri ber til at rokna út, hvussu nógvan pening, tú fært burturúr, um tú í eitt ávíst áramál setir inn eitt fast gjald um mánaðin á eina uppsparingarkontu. 

Góð ráð um uppsparing

  1. Set eina upphædd inn á uppsparingarkontu um mánaðin. So hevur barnið eitt gott íkast til framtíðar íløgur. 
  2. Lær barnið at spara upp og at brúka pengar á skilagóðan hátt- til dømis við at geva barninum lummapengar.
Bússa

Bassakonta er fyrsta stigið

Bassakontan er fyrsta kontan, sum børn vanliga fáa í Betri Banka. Hon er ætlað børnum í aldursbólkinum 0 til 18 ár, er ókeypis at stovna og hevur góða rentu í mun til aðrar kontur. Øll børn, sum fáa hesa uppsparingarkontu, fáa 500 krónur í gávu og eina fitta Bassa sparibússu, tá kontan verður stovnað. Tað eru bara foreldur ella verjar, sum kunnu stovna barninum eina Bassakontu. 

Inngjald

Við Bassakontuni kunnu foreldur, ommur og abbar og familja annars spara upp til framtíðina hjá barninum. Óansæð, um tú ynskir at seta pengar inn á kontuna av og á, ella til dømis heldur vilt stovna eina fasta flyting inn á Bassakontuna hjá barninum, hjálpa vit tær fegin við tí. Tað ber eisini til at gera hetta í Netbankanum.

Útgjald

Bassakontan er bundin, til barnið er fylt 18 ár. Eftir hetta ber til at útgjalda peningin, ella halda fram við uppsparingini á eini Uppsparingarkontu.

Børn og gjaldskort

Øll børn kunnu fáa gjaldskort, tá tey eru 10 ár. Einasta kravið er ein játtan frá foreldrum ella verja. Talan er um eitt Mastercard Debit gjaldskort, sum ikki kann fara í trot. 

Gjaldskort

Mastercard Debit Young

Kortið kann brúkast í handlum, á internetinum og í sjálvtøkum kring allan heim. Tað ber eisini til at seta avmarkingar á kortið, soleiðis at tað bara kann brúkast í sjálvtøkum. Kortið er ókeypis.

Tað serliga við kortinum er, at tað ikki ber til at brúka meiri pening, enn tú hevur á kontuni. Tað syrgir okkara skipan fyri.

Bílegg Mastercard Debit Young
Ung saman

Gjaldskort

Børn og gjaldskort

Børn kunnu fáa gjaldskort, tá tey fylla 10 ár. 

Tá kortið verður stovnað, fær barnið ein kulan Puma ryggsekk frá okkum. 

Afturat tí fylgja nøkur góð ráð við um, hvussu tú brúkar kortið.

Ung sosial

Góð ráð

Góð ráð um børn og gjaldskort

  • Lær barnið at brúka kortið á tryggan hátt
  • Tosa við barnið um, at kotan er loynilig
  • Hjálp barninum at goyma kotuna
  • Minst til, at kontan við kortinum er ein Nýtslukonta. Tí er skilagott at spara upp á aðrari kontu. 
  • Hav talgilda atgongd til kontuna hjá barninum við Betri Lumma, so at tað ber til at fylgja við nýtsluni 
  • Lær barnið um peninganýtslu. Set orð á, hvar peningurin kemur frá, og hvat hann skal brúkast til.

Gott yvirlit við Betri Lumma

Tá barnið hevur fingið sítt fyrsta gjaldskort, hevur tað enn størri týdning, at tað er skjótt og ómakaleyst at fáa yvirlit yvir nýtslu og innistandandi. Hetta kann Betri Lummi hjálpa við. 

Betri Lummi er ein app til 10 ára gomul børn og eldri, sum gevur barninum greitt yvirlit yvir sínar kontur, peninganýtslu og uppsparing. 

Appin hevur avmarkingar, sum gera, at tað ikki ber til at flyta pening við appini. Ynskir barnið at fáa sítt persónliga eyðkeynni á appina, kunnu bakgrundsmynd og vangamynd skiftast út. 

Vónin er, at Betri Lummi kann vera ein hjálp hjá børnum og vaksnum at tosa um pengar og soleiðis tryggja sunnar fíggjarligar vanar.

Lumma appin

Um Bassa

Bassi er ein fittur pingvinur, sum er góður við øll børn. Bassi gevur børnunum 500 krónur í gávu og eina fitta sparibússu, tá kontan verður stovnað. Áðrenn føðingardagin hjá barninum, eru tit vælkomin í bankan eftir innbjóðingarkortum frá Bassa. Kemur tú inn við føðingardagspengunum aftaná føðingardagin, ella hevur tú fasta flyting á Bassakontu, fært tú somuleiðis eina gávu frá Bassa. 

Her kanst tú bíleggja ymiskt lærandi tilfar frá Bassa, sum millum annað barnagarðar, skúlar og onnur kunnu brúka. Bílegg her.

Børn

Lita við Bassa

Her kanst tú taka niður og printa út myndir við Bassa, klárar hjá tær at lita.

Tú kanst eisini printa út tímatalvu, ættartræ, og eitt ark til vinir tínar at skriva á. 

Dugir tú bókstavaraðið og kennir tú hesi fløggini?    

Rokna saman við Bassa

Foreldur børn

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.