Mastercard Debit
Hevur tú tørv á einum Mastercard Debit gjaldskorti, hava vit fleiri ymisk at velja í – alt eftir tørvi og aldri. Sum við øðrum kortum kanst tú hava meira enn eitt kort knýtt at somu kontu. Les meira um tínar møguleikar her á síðuni.

Hvat skalt tú brúka kortið til?
Mastercard Debit er eitt gott og trygt gjaldskort við saldueftirliti, sum kann brúkast bæði í Føroyum og í útlandinum. Ein fyrimunur við kortinum er, at upphæddin, sum tú brúkar, verður afturhildin beinanvegin, og tí kanst tú lætt hava yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka. Her fært tú eitt yvirlit yvir, hvørji Mastercard Debit, vit bjóða.
Bílegg gjaldskort
Tak niður bíleggingarseðil til gjaldskort fyri privatkundar ella vinnukundar
Er talan um kortfulltrú, skalt tú brúka henda bíleggingarseðilin
Einasta treyt fyri at fáa Mastercard Debit er, at tú hevur kontu í Betri Banka. Tað er ókeypis at stovna Mastercard Debit gjaldskort. Tó rindar tú eitt árligt gjald við ella uttan trygging. Kundar til og við 28 ár fáa tó tvey ókeypis kort.

Mastercard Business Standard Debit
Við hesum kortinum kanst tú taka upp til 5.000 krónur út úr sjálvtøkum og keypa fyri upp til 30.000 krónur um dagin. Við einum Debit kortið kanst tú bara brúka tað, sum stendur á kontuni og hon kann tískil ikki fara í trot. Eingin trygging er knýtt at hesum kortinum.
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.