Íløgur

Í Betri Banka hava vit gjørt tað lætt fyri bæði roynd og óroynd at gera íløgur. Tosa við okkara ráðgevar í Markets, sum eru til reiðar at hjálpa tær í gongd.

Markets

Fá meira burtur úr innistandandi peningi

Tá tú gert íløgur við innistandandi peningi, kanst tú fáa størri avkast, enn tá tín uppsparing stendur á vanligari kontu. Inflasjón og lágar rentur gera nevniliga, at tín uppsparing við tíðini missir virði. 

Tað eru fleiri íløgumøguleikar at velja ímillum. Uppskriftin upp á ta góðu íløguna er oftast ein samansett útgáva, sum spjaðir váðan mest møguliga. 

Øll kunnu gera íløgur

Tað einasta, tú skalt gera tær greitt framman undan er,

  • um tú vilt gera stutt- ella langtíðar íløgur
  • hvussu nógvan pening, tú vilt gera íløgur við
  • hvussu stóran váða, tú vilt átaka tær
  • um tú vilt vera virkin á marknaðinum, ella um tú vilt lata okkara íløguráðgevar røkja tína íløgu.

Við hesum upplýsingum kunnu vit greina tín tørv og gera ein íløguprofil, sum millum annað lýsir tínar væntanir um avkast, hvussu leingi tú vilt binda teg til einstøku íløgurnar, váðafýsni umframt tínar royndir sum íleggjara.

Tá vit røkja íløgurnar fyri teg

  • hava vit leypandi eftirlit við íløgunum 
  • laga vit íløgurnar til tín váðaprofil
  • syrgja vit fyri stórari váðaspjaðing
  • laga vit íløgurnar til títt íløgutíðarskeið  
  • kanst tú fylgja við íløgunum í Netbankanum.
Ráðgevarar

Tá tú røkir tínar íløgur

  • er tað ein fyrimunur at kenna váðar og møguleikar á virðisbrævamarknaðinum, soleiðis at tú evnar at røkja tínar íløgur á bestan hátt
  • kanst tú velja, hvørji virðisbrøv tú ynskir at keypa í Netbankanum
  • hevur tú atgongd til eitt stórt úrval av partabrøvum, lánsbrøvum v.m.
Rokna íløgur

Stovna virðisbrævagoymslu

Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at gera íløgur. Vit hjálpa tær at stovna eina virðisbrævagoymslu, har virðisbrøvini verða goymd. Síðani skalt tú eisini undirskriva eina avtalu um virðisbrævahandil. Hesum kunnu vit hjálpa tær við. 

348 000

Skriva til okkum

Markets

Íløguprógv

Tá tú keypir eitt íløguprógv, gert tú eina íløgu umvegis eitt íløgufelag, sum tryggjar tær spjaðing av íløguni. Limir í einum íløgufelagi gera íløgur í felag. Harvið verða bæði váði og kostnaður spjadd út á fleiri íleggjarar, so íløgan verður tryggari, enn um tú keypir einstøk partabrøv ella lánsbrøv. Íløgan verður leypandi røktað av íløgufelagnum. Les meira um íløguprógv á www.morningstar.dk.
Markets

Ognarrøkt

Ognarrøkt er ein tænasta til tín, sum vilt sleppa undan at halda eyga við fíggjarmarknaðunum og taka støðu til, nær tú skalt keypa ella selja virðisbrøv.

Ognarrøkt verður bjóðað kundum, sum vilja gera íløgur fyri størri upphæddir.

Hug til eitt íløguprát?

Fá meira at vita um íløgur frá okkara ráðgevum í Markets.