Eftirløn og tryggingar

Hevur tú hugsað um hvussu tú ynskir at liva, tá tú verður eldri? Tað er umráðandi at tú tekur støðu til hvussu tú sparir upp og hvussu tú tryggjar teg og tíni kæru. Her á síðuni kanst tú lesa meira um tínar møguleikar í mun til eftirløn og tryggingar.

Familja

80% av føroyingum hava ikki nóg gott innlit í síni pensjónsviðurskifti - ert tú ein teirra? 

Familja

Eftirløn er uppsparing - og uppsparing er ein íløga í tínari framtíð

Tess fyrr tú tekur avgerð um hvussu tú ynskir at spara upp, tess betri. Ti tá gerst lættari at røkka tínum ynski um, hvussu tín framtíðar fíggjarstøða skal síggja út. Í Betri Banka hevur tú frælsi at velja hvar tín uppsparing skal standa. Í høvuðsheitum hevur tú tríggjar møguleikar, sum tú kanst lesa meira um niðanfyri. Óansæð hvat tú velur hjálpa vit tær trygt ígongd við at spara upp.  

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.