Lán til ung

Í Betri Banka hava vit ymisk lán til ymisk endamál. Sig okkum, hvat tú hevur brúk fyri, so finna vit rætta lánið til tín.

Ung ráð

Ungdómslán

Ungdómslán er ætlað tær, ið er millum 18 og 28 ár og hevur arbeiði, men sum í eitt tíðarskeið hevur brúk fyri størri fíggjarligum rásarúmi. 

Vit vita, at tað viðhvørt kann vera trupult at fáa endarnar at røkka saman. Serliga, tá eyka útreiðslur sníkja seg inn í gerandisdagin. Kanska skal teldan skiftast út, ella møguliga er tað ein brúktur bilur, sum lokkar? Tá er gott at kunna avgreiða keypið beinanvegin. 

Ungdómslánið úr Betri Banka er skjótt og lætt at stovna. Tær nýtist ikki at veita trygd fyri láninum, og peningurin er tí skjótt á kontu. 

Tú kanst læna upp í 30.000 krónur við eini afturgjaldstíð á í mesta lagi 2 ár, og rentan á Ungdómsláninum er broytilig. Broytilig renta merkir, at rentan kann hækka ella lækka í lánitíðarskeiðnum.

Sí rentu og kostnaðin fyri at stovna Ungdómslán her

Hvussu sparir tú saman?

Visti tú, at tú aloftast skalt hava 10 prosent í eginpeningi, tá tú keypir bústað? Kom og práta við okkum um, hvussu tú sparir saman til framtíðar bústaðin og fá 500 krónur, tá tú stovnar Bústaðarkontu.

Lestrarkredittur

Ert tú millum 18-28 ár og í læru ella undir hægri útbúgving, hevur tú møguleika at fáa ein Lestrarkreditt. At vera lesandi ella í læru merkir sum oftast, at tú í nøkur ár hevur lága inntøku. Tá kann tað vera gull vert at fáa fíggjarligt rásarúm í eitt tíðarskeið.

Fyrsta árið kann Lestrarkreditturin í mesta lagi vera 15.000 krónur, men kann síðani hækka upp í 30.000 krónur. Tú rindar rentu av upphæddini, tú brúkar av kredittinum umframt eitt árligt gjald av hámarkinum á kredittinum.

Lestrarkredittur verður veittur uttan serliga trygd, men skjalprógv fyri skúla ella lærupláss skal fyriliggja. Somuleiðis tryggjar Betri Banki sær, at studningur, SU ella líknandi kemur inn á kredittin. 

Hóast tað ikki er eitt krav, mæla vit kortini til at niðurgjalda kredittin við eini minni upphædd mánaðarliga. Er kreditturin ikki goldin, tá útbúgvingin er lokin, ber til at leggja um til lán.

Set teg í samband við ein av okkara ungdómsráðgevum, og lat okkum hjálpa tær at gera eina avtalu um niðurgjalding. 

Sí kostnaðin fyri at stovna Lestrarkreditt her

Góð ráð 

  • Ger eina fíggjarætlan her
  • Fá 500 krónur, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu
  • Brúka Netbanka appina - Fá yvirlit yvir tínar útreiðslur

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.