Visa Mastercard gjaldskort

Click to Pay

Ein gjaldsháttur, sum ger tað lættari at rinda á heimasíðum og á appum.

Click to Pay

Click to Pay er ein gjaldsháttur, ið verður brúktur, tá tú skalt rinda talgilt á heimasíðum og appum. Tá tú hevur stovnað ein brúkara á Click to Pay og lagt títt kort inn har, sleppur tú undan at skráseta tínar kortupplýsingar á teimum heimasíðum, tú keypir frá. Í staðin kanst tú velja Click to Pay, tá tú kemur til gjaldsíðuna, og so syrgir Click to Pay skipanin fyri at peningurin verður fluttur.

Skipanin brúkar telefonnummarið, sum er skrásett á tínum netbanka til at góðkenna keypið. Tí fært tú eini SMS-boð við einari einnýtiskotu, hvørja ferð tú skalt rinda við Click to Pay.

Soleiðis skrásetir tú títt gjaldskort á Click to Pay:

  • Rita inn á netbankan
  • Vel "Valmynd"
  • Vel "Míni kort"
  • Vel gjaldskortið tú vilt skráseta
  • Trýst á Click to Pay
  • Fylg vegleiðingini

Fyri at strika kortið skalt tú velja gjaldskortið aftur á netbankanum undir “Míni kort”, trýsta á “Click to Pay - Tak burtur”. Her ber eisini til at broyta teldupostadressu ella strika tína Click to Pay kontu.

Les meira um funkuna á https://www.mastercard.com/dk/da/personal/ways-to-pay/click-to-pay.html

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.