Ognarpolitikkur
Ognarfelag Tryggingartakaranna er eitt trygt og virki limafelag. Í felagnum eru áleið 23.000 limir, eitt umboðsráð við 35 limum, umframt nevnd og stjórn.Umboðsráðið hevur nýliga orðað ein málrættaðan ognarpolitikk, sum setur kósina fyri framtíðar virksemi hjá felagnum.

Endamálið við ognarpolitikkinum er at lýsa meginreglurnar fyri, hvussu Limafelagið ber seg at sum eigari í mun til ognir sínar og setur orð á framtíðarkós felagsins.
Ognarpolitikkurin skal skapa opinleika og grundarlag fyri áliti.
Uppgávan er at tryggja ábyrgdarfullan ognarskap, tryggja kappingarføri og framtíðartryggja fíggjarstøðuna hjá Betri Samtakinum. Hetta til gagns fyri limirnar og fyri samfelagsmenningina í Føroyum.
Ognarpolitikkurin skal tryggja eina greiða kós fyri Betri Samtakið og skal veita vissu fyri, at tey strategisku, fíggjarligu og ikki-fíggjarligu áhugamálini hjá limunum verða røkt á bestan hátt.
Ognarpolitikkurin staðfestir Limafelagið sum langtíðareigara.
