![](/-/media/betri/images/betri/teppi_nonoise_21x9.png?rev=e4c1eeabb4a04a0abdf9f0bca4f71355&mw=1600&hash=32F7593C61D2CC639B936821FD31710F)
Umboðsráðið
Betri er eitt felag, vit eiga í felag, og allir tryggingartakararnir í Betri Trygging hava rættin at stilla upp í Umboðsráðið. Men hvat ger Umboðsráðið akkurát?
Uppgávur hjá Umboðsráðnum
Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er:
- at skipa aðalfundir felagsins
- at velja nevnd (Ognarfelag Tryggingartakaranna)
- at góðkenna ársroknskapin
- at gera møguligar viðtøkubroytingar
Umboðsráðið hevur hesar heimildir og ábyrgd:
- at góðkenna grannskoðaðan ársroknskap
- taka avgerð um, hvussu avlop smb. roknskapinum, verður nýtt
- at gera av, um vinningsbýti verður útgoldið limunum
- at velja formann og næstformann í Umboðsráðnum
- at velja grannskoðara
- at velja nevnd
- at kalla til eykaaðalfundar – um minst trý fólk frá Umboðsráðnum ynskja tað
Harumframt kann Umboðsráðið halda fundir, sum m.a. viðgera:
- yvirskipað strategisk átøk
- eftirmeting av virksemi
- viðgera samfelagsábyrgdina (CSR-politikkin) hjá samtakinum