Apple Pay

Apple Pay á telefonina

Við Apple Pay kanst tú gjalda við tíni iPhone ella Apple Watch. Harumframt ber til at brúka Apple Pay á appum og ávísum nethandlum. Les meira um hetta á síðuni her og um, hvussu tú kemur í gongd.

Skjótt og lætt við Apple Pay

Ert tú ein av teimum, ið elskar nýggja tøkni, sum ger tað skjótari og lættari hjá tær at avgreiða tíni ørindi í gerandisdegnum? So er Apple Pay uttan iva nakað fyri teg. Tá tú brúkar Apple Pay at gjalda við, nýtist tær bert at halda tíni iPhone ella Apple Watch tætt at kontaktleysu kortgreiðsluni, og títt gjald fer beinanvegin lætt og skjótt ígjøgnum – óansæð um tú ert í Føroyum ella uttanlands.

Tað einasta, tú hevur brúk fyri er:

  • eini Apple-eind við møguleika fyri Apple Pay 
  • einum Mastercard ella Visa/Dankorti úr Betri Banka
  • at títt telefonnummar er skrásett í okkara skipan

Harumframt skalt tú skráseta títt gjaldskort í Apple Wallet.

5. element

Soleiðis byrjar tú at brúka Apple Pay

Er tú longu kundi í Betri og hevur eina iPhone 6 ella nýggjari, kanst tú lætt og trygt brúka Apple Pay.

Lesur tú hetta á tíni iPhone ella øðrum Apple-eindum, sum tú ynskir at fáa Apple Pay á, kanst tú fara beinleiðis í gongd við uppsetingina við at trýsta á henda knøttin á telefonini

Føj til Apple Wallet

5. element

Leiðbeining til uppseting av Apple Pay

  1. Kanna, um tín iPhone hevur nýggjastu iOS-dagføringina
    • Lat Indstillinger og Generelt upp
    • Vel Softwareopdatering
    • Heinta og installera, um tú manglar seinastu dagføringina
  2. Legg títt Visa/Dankort ella Mastercard í Apple Wallet. Her eru tveir møguleikar:
    • Rita inn í tín Netbanka sum app og trýst á valmyndina niðast í vinstra horni. Trýst á "Kort" í valmyndini og vel Visakort ella Mastercard, sum tú ynskir at knýta at Apple Pay. Trýst á "Legg afturat Wallet".
    • Lat appina Wallet upp á tíni iPhone. Vel "+" ovast í høgra horni og fylg vegleiðingini í appini.

Nú kanst tú gjalda við tíni iPhone, har tú vanliga rindar við tínum gjaldskorti.

5. element

Hvussu rindi eg við Apple Pay?

Tú kanst gjalda í handlum við at trýsta tvær ferðir á home-knøttin og halda tíni iPhone tætt at kortgreiðsluni. 

Nýtir tú Face ID, skalt tú trýsta tvær ferðir á síðuknøttin og halda tíni iPhone tætt at kortgreiðsluni. Tá keypið er goldið, stendur “OK” á skerminum og eitt biip ljóð hoyrist.

Nýtir tú Apple Watch, trýstir tú tvær ferðir á síðuknøttin og heldur eisini Apple Watch tætt at kortgreiðsluni. Tú hoyrir eitt biip ljóð, tá keypið er goldið.

Ung gjaldskort

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.