Betri Trygging

KT-verkfrøðingur til Betri Trygging

 

Vit sóknast eftir einum framfýsnum og fakliga sterkum KT-verkfrøðingi til deildina »KT og talgilding«.

Um starvið:
Tú fert at arbeiða á deildini »KT og Talgilding«, har átta dugnaligir starvsfelagar við útbúgving innan eitt nú verkfrøði, forritan og støddfrøði taka ímóti tær. Vit kravfesta og umsita skipanir, sum verða forritaðar av menningarfyritøkum, og tú fert at vera við til at menna skipanir, vørur og tænastur, ið støðugt gerast meira talgild. Uppgávurnar verða eitt nú, at:
• skjalfesta
• umsita og stuðla kjarnuskipan og randarskipanum
• arbeiða við SQL, dátuútrekk, scripting og automatisering
• arbeiða við amboðum og arbeiðsgongdum (DevSecOps)
• arbeiða við kunningartrygd eftir ISO 27001

Um teg:

Tú hevur hægri útbúgving - til dømis ert tú KT-verkfrøðingur, datamatikari, forritari ella hevur aðra KT-útbúgving. Hartil hevur tú:
• gott yvirlit og ert væl skipað/ur
• góð evni at síggja loysnir og møguleikar
• góð evni at skilja samanhang millum skipanir
• nærlagdni, tænastusinni og fyrikomandi atburð
• vilja at veita tænastueindunum skjóta og góða tænastu
• evni at arbeiða sjálvstøðugt
• góð samstarvsevni
Mest týðandi er, at tú hevur áræði, ert forvitin og hevur seráhuga fyri KT. Vit læra teg alt um trygging.

Um okkum:
Á Betri Trygging starvast um 100 fólk á ymsum deildum og innan ymisk øki. Vit bjóða tær:
• Kappingarføra løn og góðar setanartreytir
• Sjálvstøðugt arbeiðsøki
• Møguleika fyri førleikamenning
• Eitt umhvørvi har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum
• Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og vælumtóktum fitnesshøli
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Samband
Hevur hetta fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi mánadagin 15. apríl kl. 12:00.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Heina Bendtsen, leiðara fyri KT og Talgilding, á tel. 348 529 ella Rannvá Justinussen, HR leiðara, á tel. 348 575.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.


Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans - hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning - og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betri-samtakinum, sum tú kanst lesa meira um her: www.betri.fo.

Vilt tú hava eina breiðari mynd av Betri Trygging, kanst tú lesa meiri á sosialu miðlum okkara:
Heimasíða: www.betri.fo/trygging vel “Um okkum”
Facebook: Betri Trygging
Instagram: betritrygging