headri CSR 1

CSR Politikkurin hjá Betri

Okkara grundleggjandi samfelagsábyrgd snýr seg um ígjøgnum fíggjarvirksemi, tryggingarvirksemi, pensjón og lívstryggingarvirksemi umframt húsamekling at tryggja javnvág millum vøkstur og støðufesti í føroyska samfelagnum og at fylgja altjóða og føroyskum lógum og leiðreglum á okkara virkisøki.

Hetta merkir ítøkiliga, at samfelagsábyrgdarlig atlit skulu havast í øllum okkara virksemi, bæði innanhýsis og uttanhýsis. Eitt nú í okkara íløguvirksemi, tænastuútboði, kundahandfaring og stuðulspolitikki eins væl og í okkara dagliga innanhýsis virksemi, herundir starvsfólkaviðurskiftum, orkunýtslu o.s.fr.

Betri samtakið hevur sett sær fyri at liva upp til leiðreglurnar hjá Sameindu Tjóðum fyri fyritøkur í sonevnda UN Global Compact.

Les okkara CSR frágreiðing, Samfelagstilvit 2020

Heimsmálini

Sameindu Tjóðir hava samtykt 17 heimsmál, sum skulu tryggja burðardygga menning í heiminum. Liður í hesi altjóða samtykt er UN Global Contract, sum eru leiðreglur fyri fyritøkur, og samtyktin fevnir um mannarættindi, arbeiðsrættindi, umhvørvi og antikorruptión. Betri vil liva upp til leiðreglurnar hjá Sameindu Tjóðum og hevur tí orðað ein CSR-politikk, sum fevnir um:

  • Mannarættindi og arbeiðsmarknaðarviðurskifti
  • Umhvørvi
  • Íløguvirksemi
  • Sosial viðurskifti og starvsfólkaviðurskifti

Í dagliga arbeiðnum verður arbeitt við at umseta Heimsmálini til ítøkilig innanhýsis- og uttanhýsis arbeiðsviðurskifti, og eisini skulu heimsmálini síggjast aftur í ítøkiligu tænastumenningini og marknaðarføringini hjá samtakinum.

Heimsmál