Børn
Vit hjálpa tær at geva barninum eina góða fíggjarliga byrjan. Her á síðuni fært tú yvirlit yvir barnakontur, kort og annað, sum Betri Banki bjóðar tínum barni.

Ungur nemur, gamal fremur
Tað, vit læra sum børn og ung, taka vit vanliga við okkum inn í vaksnamannalívið. Tí er umráðandi at byrja tíðliga at læra um pengar og um, hvussu týðandi tað er at spara upp og handfara pengar ábyrgdarfult. Tá geva vit børnunum góðar fortreytir fyri at duga væl at umsita pengar.
Góð ráð um uppsparing
- Set eina upphædd inn á uppsparingarkontu um mánaðin. So hevur barnið eitt gott íkast til framtíðar íløgur.
- Lær barnið at spara upp og at brúka pengar á skilagóðan hátt- til dømis við at geva barninum lummapengar.
Børn og gjaldskort
Øll børn kunnu fáa gjaldskort, tá tey eru 10 ár. Einasta kravið er ein játtan frá foreldrum ella verja. Talan er um eitt Mastercard Debit gjaldskort, sum ikki kann fara í trot.
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.