Vinnukundar

Byggja

Tá tú stovnar felag

Tað er umráðandi at fáa eina góða byrjan, tá tú stovnar felag.

Fyrst skal felagið skrásetast hjá viðkomandi stovnum og myndugleikum. Stovningarskjølini skulu eisini brúkast, tá felagið skal stovnast, sum kundi í bankanum. Niðast á stovningarskjalinum er eitt yvirlit yvir tey skjøl, sum Betri Banki skal hava í samband við stovnan. 

Vit hjálpa tær fegin við at stovna felagnum kontu - sum má gerast fyri at felagið kann stovnast og virksemi kann byrja - stovna Netbanka, bíleggja gjaldskort og tosa um møguligan fíggjartørv hjá felagnum.  

Í Betri Banka bjóða vit Rakstrarfígging, Íløgufígging og Ábyrgdir. Hetta verður gjørt við støði í einari kredittmeting og fíggjartørvinum hjá fyritøkuni.

Tak niður stovningarskjal

Framløga

Tá broytingar henda í felagnum

Betri Banki hevur skyldu til at hava rættar upplýsingar um sínar kundar og skjalprógv fyri upplýsingunum. Tí er umráðandi, at tit kunna okkum um broytingar í felagnum og koma við viðkomandi skjølum.

Vegleiðingin niðanfyri skal tryggja, at allir upplýsingar um felag tykkara eru rættar og skjalprógvaðar, hóast broytingar hava verið í felagnum. Hetta skal eisini tryggja tykkum sum kundar, at bert røttu persónar hava atgongd til peningaviðurskifti hjá felagnum.

Viðkomandi skjøl, tá broytingar henda

Viðtøkur hjá felagnum

Í viðtøkunum síggja vit, hvat endamálið er við felagnum, og hvør bindur felagið. Tey, sum binda felagið, kunnu undirskriva fulltrúir o.a.

Skásetingarprógv frá Taks
Tú kanst heinta skrásetingarprógvið hjá felagnum í Vinnuskránni hjá TAKS
Fundarfrásøgn
Í aðalfundarfrásøgnini/nevndarfrásøgnini skal koma greitt fram, hvør mannar nevndina og, hvussu hon er skipað. Fundarfrásøgnin skal vera undirskrivað av fundarstjórum og allari nevndini.

Tykkara fundarfrásøgn skal sum tað minsta innihalda:

Aðalfundarfrásøgn

  • Navn á felag/fyritøku og dagfesting
  • Hvør er valdur sum fundarstjóri, um ein er valdur.
  • Hvørji eru í nevndini - nýggj og afturvald.
  • Hvussu nevndin hevur skipað seg.
  • Fundarfrásøgn skal undirskrivast av útnevnda fundarstjóranum og av allari nevndini

Nevndarfundarfrásøgn

  • Navn á fyritøku og dagfesting
  • Hvørji manna nevndina.
  • Hvussu nevndin er skipað.
  • Øll nevndin skrivar undir nevndarfundarfrásøgnina.

Brúk fyri hjálp til fundarfrásøgn?

Dømi um ein aðalfundarfrásøgn at fylla út

Dømi um eina nevndarfundarfrásøgn at fylla út


Samleikaprógv

Avrit av samleikaprógvinum hjá allari nevndini og teimum, sum hava kontu- og netbankafulltrú (gildugt pass/koyrikort og fáa upplýst p-talið).

Fulltrúarafturkalling

Um onkur ikki longur skal hava fulltrú, skal bankin fáa eina skrivlia áheitan um tað, undirskrivað av teimum, sum binda felagið. Skjalið afturkalling til fulltrú kann eisini nýtast. Tak niður skjal til fulltrúarafturkalling her. 

Fulltrúir

Betri Banki ynskir, at onkur er skrásettur at hava kontufulltrú til konturnar hjá felagnum. Ein netbankafulltrú skal undirskrivast til tann, sum skal hava atgongd til netbankan. Kontufulltrúan skal undirskrivast til tann, sum skal hava atgongd til netbankan. Kontufulltrúin og netbankafulltrúin eru á sama skjali. Fulltrúin skal undirskrivast av teimum, sum sambært viðtøkunum binda felagið. Tak niður skjal til fulltrú her.

Netbanki

Netbankin kann stovnast við at boða bankanum frá. Tað skal útfyllast ein netbankafulltrú til tey, sum skulu geva atgongd til netbankan. Bæði netbankaavtalan og netbankafulltrúin skulu undirskrivast av teimum, sum binda felagið. Netbankafulltrúin og kontufulltrúin eru á sama skjali.

Gjaldskort

Tað er týdningarmikið, at tú hevur tey gjaldskort, ið hóska til tín og tína fyritøku. Tú kanst hava meira enn eitt kort knýtt at somu kontu. 

Í Betri Banka bjóða vit fleiri ymisk kort - alt eftir tørvi.

Fígging

Í Betri Banka bjóða vit fígging, sum kann nýtast til keyp, bygging og umbygging av bygningum, skipum v.m.

Vit ráðgeva tær fegin í, hvørjar fíggingarmøguleikar hóska best til títt felag, og gjøgnumganga fíggingina, soleiðis at fíggingarútreiðslurnar gerast so lágar sum gjørligt. 

Lánið hevur broytiliga rentu og eginfíggingin skal í minsta lagi vera 30 prosent. 

Rentan verður ásett við støði í einari heildarmeting av felagnum. Tískil eru fíggjarviðuskiftir, úrslit áðrenn rentur og avskrivingar, eginfígging, soliditetur og trygdir avgerandi viðurskifti, tá rentan verður ásett.

Flakafólk

Kredittur

Um felagið hjá tær í eitt tíðarskeið hevur sveiggjandi likviditet, kanst tú søkja um at fáa kreditt til dagliga raksturin. 

Rentan verður ásett við støði í einari heildarmeting av felagnum. Tískil eru fíggjarviðuskiftir, úrslit áðrenn rentur og avskrivingar, eginfígging, soliditetur og trygdir avgerandi viðurskifti, tá rentan verður ásett.  

Kreditturin verður endurskoðaður í minsta lagi eina fer um árið.

Lastbilsjafør

Ábyrgdir

Peningastovnsábyrgd virkar sum ein trygd hjá einum felagi, og er eitt gagnligt amboð, serliga tá talan er um innflutning og útflutning av vørum.

Betri Banki veitir sostatt eina trygd yvirfyri einum veitara hjá felagnum, sum tryggjar, at gjaldingar ella vøruútflýggjan kunnu fara fram sum avtala millum felagið og veitaran. 

Betri Banki bjóðar fleiri sløg av ábyrgdum:

  • Gjaldsábyrgd
  • Tollábyrgd
  • Arbeiðsábyrgd
5. element

Hevur tú hoyrt um negativa rentu?

Visti tú, at yvir 92 prosent av okkara privat kundum verða ikki ávirkaðir av negativari rentu? Herundir øll tey við barna-, ungdóms-, bústaðar- og eftirlønarkontum. Les meira og hoyr Sverra Justinussen, leiðara í Markets, greiða frá hesum hugtaki.

Les meira og hoyr Sverra Justinussen

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.