Leys størv

Her á síðuni sært tú hvørji leys størv eru í løtuni. Um eingi leys størv eru, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.

Innanhýsis grannskoðari til Betri samtakið

Er eitt spennandi og avbjóðandi starv sum innanhýsis grannskoðari nakað fyri teg?

Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum grannskoðara til innanhýsis grannskoðanina.

Starvið

Innanhýsis grannskoðanin grannskoðar, í samstarvi við aðalfundarvaldu grannskoðararnar, øll feløgini í Betri samtakinum.

Nakrar høvuðsuppgávur á Grannskoðanardeildini eru:

  • at fremja grannskoðan av mannagongdum og innanhýsis eftirlitum
  • at leggja til rættis og vera við til at gera ávegis grannskoðanir
  • at gera frágreiðingar um framda arbeiðið
  • grannskoðan av ársroknskapum hjá einstøku feløgunum, umframt samtaksroknskapinum

Títt arbeiðsøki verður breitt, og tú fært møguleika fyri at arbeiða við øllum fakøkjum, sum bankin og samtaksfeløgini annars arbeiða innanfyri. Stórur partur av arbeiðinum fer fram í tøttum samskifti við aðrar deildir í bankanum og innan tryggingarøkið.

Á deildini starvast, umframt teg, trý roynd starvsfólk.

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú:

  • ert útbúgvin cand.merc.aud. og hevur royndir innan grannskoðan
  • hevur áræði og trívist væl við ábyrgd
  • fært arbeiðið væl úr hondum greitt og hevur eina skipaða arbeiðstilgongd
  • dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum í skrift og talu
  • trívist væl við at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt

Vit bjóða

Eitt spennandi starv við fakligum avbjóðingum og góðum møguleikum fyri at menna teg bæði fakliga og persónliga.

Setanarviðurskifti

Starvið er staðsett í Betri Banka, og setanartreytir verða ásettar sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er 13. august 2023

Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Petur Anfinn Johannesen, leiðara á Grannskoðanardeildini, á telefon 548 230 / paj@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á telefon 548 224.

Umsókn, CV og viðkomandi skjøl skulu sendast til starv@betri.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. august 2023.

Sjálvboðin umsókn

Í Betri Banka hava vit javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum. 

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, hvar í bankanum tú ynskir at starvast og hví tú kundi hugsað tær at arbeitt hjá okkum. Harumframt ynskja vit at tú greiðir frá tínum royndum og møguligari útbúgving. 

Umsókn og lívsrensl (CV) kann sendast til hr@betri.fo.

Vit goyma allar umsóknir í 6 mánaðar. 

5. element