5. element

Eftirløn og íløgur

Eftirlønarlóggávan áleggur peningastovnum at syrgja fyri, at íløgur fyri eftirlønarsamansparingar hava eina nøktandi váðaspjaðing, og at fíggjarligi váðin er hóskandi og gagnligur fyri eftirlønarsamanspararan. Vit hava tí ásett nakrar rammur fyri íløgusamanseting fyri eftirløn, sum er spard saman eftir 1. januar 2014.

Íløgurøkt av tíni eftirløn

Tú kanst gera eina avtalu um íløgurøkt, har vit røkja íløgurnar fyri teg. Vit syrgja fyri nøktandi váðaspjaðing, og samansetingin av íløgunum avhongur av tínum aldri og váðastøði.

Peningur sum kemur inn á eftirlønarkontuna verður leypandi settur í íløguna. Eldri kundin gerast, varnari verður íløgan. Betri Banki umsitur íløguna og hevur heimmild at gera broytingar í samansetingini, og kundin kann síggja sínar íløgur á netbankanum og fær regluliga kunning um gongdina.

Íløgur eftir egnum vali

Kundarnir kunnu stovna eina virðisbrævagoymslu, har teir sjálvir avgera hvørjar íløgur peningurin verður settur í. Betri Banki hevur fylgjandi avmarkingar við hesum møguleika.

Ert tú yngri enn 60 ár

Ert tú yngri enn 60 ár, kanst tú støðla upp til 100% av eftirlønini í partabrøv við niðanfyristandandi avmarkingum

  • í minsta lagi 50% skal støðlast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar*
  • í mesta lagi 50% kann støðlast í einkult partabrøv ella onnur íløguprógv ella ETF’arar
    • í mesta lagi 10% av samlaðu eftirlønini kann støðlast í eitt einkult virðisbræv (tó er ein bagatell greinsa á 20.000 kr galdandi av teimum 50%, sum kunnu støðlast í einkult partabrøv ella onnur íløguprógv ella ETF’arar)

    Um tú hevur støðlað ein part av eftirlønini í lánsbrøvum ella standandi kontakt á konto, so telur tað við í partinum, sum skal støðlast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar.

Ert tú millum 60 og 65 ár

Ert tú millum 60 og 65 ár, kanst tú støðla upp til 80% av eftirlønini í partabrøv við niðanfyristandandi avmarkingum.

  • í minsta lagi 40% skal støðlast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar*
  • í mesta lagi 40% kann støðlast í einkult partabrøv ella onnur íløguprógv ella ETF’arar
    • í mesta lagi 10% av samlaðu eftirlønini kann støðlast í eitt einkult virðisbræv (tó er ein bagatell greinsa á 20.000 kr galdandi av teimum 40%, sum kunnu støðlast í einkult partabrøv ella onnur íløguprógv ella ETF’arar)

    Um tú hevur støðlað meir enn 20% av eftirlønini í lánsbrøvum ella standandi kontakt á konto, so telur tað, sum er yvir 20%, við í partinum, sum skal støðlast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar.

Ert tú eldri enn 65 ár

Ert tú eldri enn 65 ár, kanst tú støðla upp til 60% av eftirlønini í partabrøv við niðanfyristandandi avmarkingum

  • í minsta lagi 30% skal støðlast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar*
  • í mesta lagi 30% kann støðlast í einkult partabrøv ella onnur íløguprógv ella ETF’arar
    • í mesta lagi 10% av samlaðu eftirlønini kann støðlast í eitt einkult virðisbræv (tó er ein bagatell greinsa á 20.000 kr galdandi av teimum 30%, sum kunnu støðlast í einkult partabrøv ella onnur íløguprógv ella ETF’arar)

Um tú hevur støðlað meir enn 40% av eftirlønini í lánsbrøvum ella standandi kontakt á konto, so telur tað, sum er yvir 40%, við í partinum, sum skal støðlast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar.

* Ein listi við útvaldum íløguprógvum og ETF’arum er at finna niðanfyri á hesi síðuni og sum eitt tema á íløgupallinum í netbankanum.

Hug til eitt íløguprát?

Fá meira at vita um íløgur frá okkara ráðgevum í Markets.