Byggilán

At byggja ein bústað er ein umfatandi verkætlan. Vit ynskja at stuðla tær og geva tær bestu fortreytir til at halda skil á fíggjarliga partinum.

Nógv er at hugsa um, áðrenn spakin verður settur í.

Vit hava savnað góð ráð og kunning og gjørt eitt yvirlit, sum hjálpir tær at halda skil á tíni byggiverkætlan.

Lán til grundstykki

Tá tú ætlar tær undir at byggja sethús, skalt tú fyrst hava jørð ella grundstykki at byggja á.  

Lán til grundstykki hevur broytiliga rentu og eina afturgjaldstíð á í mesta lagi 10 ár. Vanlig treyt er, at tú í minsta lagi hevur 10 prosent í eginpeningi fyri at fáa lán til grundstykki. Jú størri eginfíggingin er, jú bíligari verður lánið.

Sum við øllum øðrum lánum eru tíni fíggjarviðurskifti, so sum eginpeningur, samlað skuld, gjaldsvilji og –evni avgerandi viðurskifti, tá vit viðgera tína umsókn um lán. 

Tað ber eitt nú til at spara saman til framtíðar bústaðin við eini Bústaðarkontu, sum hevur høga grundrentu og eykarentu.

Byggilán

Byggilán er til tín, sum ætlar undir nýbygging, umbygging ella uppíbygging.

Lánið hevur broytiliga rentu og virkar sum ein kassakredittur, sum heldur fram so leingi, byggingin er í gongd. Tú rindar rentur av brúktum kreditti, og árliga provisjón av fullari upphædd. Tá liðugt er at byggja, verður kassakreditturin umlagdur til eitt lán við lánsgjaldi og afturgjaldstíð.

Práta við okkum um tínar byggiætlanir. Vit ráðgeva og vegleiða, frá áðrenn spakin verður settur í, til flutt verður inn.

Í okkara viðgerð um byggilán er neyðugt, at tú fært tilboð upp á, hvat byggiverkætlanin fer at kosta, og við støði í tí gert eina byggi- og tíðarætlan. Tak eisini støðu til, hvørja ráðgeving tær tørvar. Tað kann til dømis vera frá arkitekti, byggikønum ella orkuráðgeva.

Niðanfyri finnur tú eitt skjal, sum tú kanst brúka, tá tú gert byggiætlanina.

Sí kostnaðin fyri at stovna Byggilán her 

Byggja

Byggiætlan

Heinta okkara vegleiðandi byggiætlan niðanfyri.

Hetta er eitt amboð til tín soleiðis, at tú kanst gera eina nágreiniliga kostnaðarmeting fyri tína bygging.

Heinta byggiætlan

Eitt greitt yvirlit ger byggiverkætlanina smidligari

Vit vilja, at tað skal vera so lætt og smidligt sum gjørligt hjá tær at koma á mál við byggiverkætlanini. Tí hava vit gjørt eina vegleiðing, sum gevur tær yvirlit yvir, hvørji stig eru í einari vanligari byggiverkætlan, umframt hvat ávikavist tú og tín ráðgevi stig fyri stig skulu gera í sambandi við byggiverkætlanina. 

Tá tú prátar við okkum gjøgnumganga vit hesi stigini, soleiðis at tað er greitt, hvat tú skalt gera og nær. 

Bústaðarbókin

Eyðun Eliasen hevur gjørt og sniðgivið bústaðarbókina í samstarvi við okkum.

Bókin er um bústaðarbygging og hvørjar tankar, atlit og hugsanir ein eigur at seta sær, tá ið farið verður undir at skipa og byggja sær egnan bústað.
Aftast í bókini eru fýra dømi um hús, sum eru bygd á evnini í bókini.

Tú ert vælkomin á gátt at ogna tær bókina.


Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.