
Skalt tú byggja?
Kom við til eitt kunnandi tiltak, har tú fært góð ráð og svar frá serkønum upp á tínar spurningar um byggiverkætlanina.
At byggja hús er ein stór íløga, sum krevur bæði tíð, orku og pengar. Fyri at verkætlanin skal eydnast væl, er umráðandi at vera væl fyrireikað/ur, so byggiverkætlanin heldur tíðar- og kostnaðarætlanina.
Kom við til okkara kvøld um bygging, har tú fært góð ráð frá okkara ráðgevum og serkønum fakfólki innan bygging og sólorku. Harumframt fært tú innlit frá okkara kundum í, hvat eydnaðist væl og minni væl í teirra byggiverkætlan.
Tú fært góð ráð og kunning um
- at leggja eina haldgóða fíggjarætlan
- hvat tú skalt hugsa um, áðrenn spakin verður settur í
- hvussu tú sleppur undan mest vanligu mistøkunum
- møguleikar við sólorku.
Eisini bjóða vit ábit, og tú fært møguleika at práta við fyrilestrahaldararnar um júst tína byggiverkætlan.
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding niðanfyri.
Vit gleða okkum at síggja teg.
