Tíðindi

Omanfyri 12.000 skaðar endurrindaðir í 2022
- Nú 2022 er gjørt upp, er greitt, at tað vóru væl fleiri skaðar, enn undanfarin ár. Skaðatalið bendir á, at virksemið í landinum hevur verið sera høgt seinasta árið, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, sum rindaði 225 milliónir kr. í skaðaendurgjøldum í 2022

Bústaðartrotið er framvegis stórt
Síðan 2012 hevur stórur fólkavøkstur verið í Føroyum. Útboðið av nýggjum bústøðum hevur ikki kunnað fylgt við hesum vøkstri. Tí hava vit upplivað stórt trýst á bústaðarmarknaðin seinastu árini. Frá 2012 til 2022 vaks fólkatalið í Føroyum 13%, og samstundis hækkaði miðal sethúsaprísurin 103%. Nú hómast batar, og vøksturin á nýggjum búeindum er nú størri ella á sama støði sum fólkavøksturin.

Vit betra um treytirnar á Visa/Dankortinum
Í dag er nýtsluhámarkið fyri Visa/Dankort 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar. Frá 1. mai 2023 verður nýtsluhámarkið 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar, og er hetta ein munandi betring í treytunum.

Ársroknskapur 2022
Ársúrslitið hjá Betri Banka í 2022 var 73,2 mió. krónur eftir skatt. Betri Banki hevur ígjøgnum fleiri ár havt ein støðugan vøkstur i útlánum, og 2022 var einki undantak. Útlánini øktust við 7%, samstundis sum bankin hevði eina stóra tilgongd av nýggjum kundum.

Eitt felag, vit eiga í felag
Tað, sum vit forvinna í krónum og oyrum á hvørjum ári, lata vit sum stuðul til samfelagsgagnlig endamál og sum limakrónur til allar limirnar. Hví? Tí samanhald er grundarlagið undir felagnum. Betri hevur altíð verið eitt felag, vit eiga í felag, so tá ið vit býta út av tí, sum vit forvinna, so er hetta bara ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.