Mastercard Kreditt

Hevur tú tørv á einum korti við kreditti, so er Mastercard Kreditt kortið møguliga nakað fyri teg. Vit hava nøkur at velja í – alt eftir stødd á kreditti. Les meira um tínar møguleikar her á síðuni.

Visa Mastercard gjaldskort

Hvat skalt tú brúka kortið til?

Hevur tú brúk fyri einum altjóða gjaldskorti við kreditti aftanfyri? Í Betri Banka hava vit ymiskar útgávur av Mastercard Kreditt gjaldskortinum. Munurin er í høvuðsheitum støddin á kredittinum aftan fyri kortið og tryggingin, sum er knýtt at kortinum.  Tá tú søkir um kortið, verður tú kredittmettur, og ert tú egnaður, verður gjaldskortið bílagt. 

5 element

Mynd á kortið

Mynd á kortið?

Soleiðis fært tú tína yndismynd á gjaldskortið.

Les meira
Fjepparakort

Fjepparakort

Fjepparakort?

Fær ein mynd av tínum fótbóltsliði teg í gott lag? So burdi tú kanska umhugsað at fingið tær eitt fjepparakort. So hevur tú altíð tína yndismynd beint við hondina. 

Les meira
Ferðast

Ferðast

Skalt tú uttanlands at ferðast?

Her eru nøkur góð ráð til tín, sum hevur eina uttanlandsferð fyri framman. Tað er altíð skilagott at fyrireika seg í góðari tíð. Tá verður ferðin bæði tryggari og stuttligari. 

Les meira
Ferðast kort

Góð ráð

Gott at vita um gjaldskort

  • Títt loynital
  • Tá tú keypir á netinum
  • Nýtsluhámørk
Les meira

Mastercard Business Kreditt

Til okkara vinnukundar bjóða vit Mastercard Business kreditt. Veljast kann millum Standard, Gull ella Platin.

Mastercard Business Standard Kreditt

Kortið er vælegnað til starvsfólk, ið hava tørv á at rinda fyri amboð, brennievni, bilaleigu o.a.

Kreditthámarkið er upp til 30.000 krónur.  Felagið fær rentufrían kreditt upp til 42 dagar. Eingin trygging er knýtt at kortinum.

Mastercard Business Gull Kreditt 

Kortið er vælegnað til starvsfólk, sum ferðast uttanlands í arbeiðsørindum og hava tørv á at rinda fyri bilaleigu, brennievni, uppihald o.a.

Veljast kann millum eitt hámark á 20.000 ella 50.000 krónur. Felagið fær rentufrían kreditt upp til 42 dagar. Kortið hevur góða ferðatrygging.

Mastercard Business Platin Kreditt

Kortið er best egnað starvsfólki í feløgum, ið hava tørv á einum størri kreditti, góðari ferðatrygging. Við einum tilknýttum Priority Lounge kortið fæst eisini atgongd til loungir á flogvallum móti at rinda eitt gjald fyri vitjanina og pr. vitjandi. 

Hámarkið kann vera 100.000, 150.000, 200.000 ella 250.000 kr. Felagið fær rentufrían kreditt upp til 42 dagar. Kortið hevur góðar ferðatryggingar og gevur atgongd til loungir við tilknýttum Priority Passi. 

Tak niður umsóknablað um Mastercard Business Kreditt her

 

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.