/ung

At vera ungur er eitt serliga hendingaríkt tíðarskeið í lívinum, har tú hevur brúk fyri, at tíni fíggjarviðurskifti stuðla heldur enn forða tær í at gera tinar dreymar til veruleika. Lat okkara ungdómsráðgevar hjálpa tær at fáa ein haldgóðan fíggjarkarm um títt lív.

Ung ráð

Skraddaraseymaðar tænastur 

Pengarnir eru ofta ikki nógvir, tá tú ert ungur, lesandi ella í læru. Tí er umráðandi at vera tilvitaður um, hvussu tú brúkar tínar pengar.

Í Betri Banka hava vit eina Ungdómsdeild, sum er serkøn innan fíggjartørvin hjá ungum og veitir tænastur, góð ráð og tiltøk til tín, sum er millum 18-28 ár.

Ungdómspakkin – Tínir fyrimunir

  • frítikin negativum rentum
  • 2 ókeypis kort
  • ókeypis Netbanka
  • ókeypis kontur við lagaligum treytum
  • 500 krónur tá tú stovnar Bústaðarkontu

Tín ráðgevi

Óansæð, um tú ert lesandi, í læru ella longu í arbeiðslívinum, fært tú sum Ungdómskundi hjá okkum tín egna Ungdómsráðgeva, sum kennir tín fíggjartørv, og sum dugir væl at seta seg inn í júst tína støðu. Soleiðis vilja vit geva tær best møguligt grundarlag, tá tú skalt taka fíggjarligar avgerðir, sum skulu fáa teg á mál við øllum tí, tú hevur sett tær fyri.

/ung tiltøk

Á hvørjum ári stuðlar, luttekur ella skipar Ungdómsdeildin fyri ymiskum tiltøkum fyri ung. Les meira um tiltøkini her:

Frælsi

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.