5. element

Betri Banki hevur havt eftirlitsvitjan av Fíggjareftirlitinum

Fíggjareftirlitið var á regluligari eftirlitsvitjan í bankanum í mai. Eftirlitið fevndi hesa ferð um hvítvaskøkið. Økini, sum vórðu gjøgnumgingin vóru m.a. váðameting, politikkir, mannagongdir, sum bankin hevur til tess at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.

Hetta er fyrstu ferð, at Fíggjareftirlitið kannar økið hjá bankanum innan fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi.

Betri Banki er ein SIFI-banki, og er tað viðvirkandi til, at Fíggjareftirlitið metir váðametingina fyri bankan at vera høga. Áðrenn vitjanina av Fíggjareftirlitinum varð váðin mettur at vera miðal/høgur. Broytingin í váðametingini merkir, at politikkir, mannagongdir og innanhýsis eftirlit skulu eftirhyggjast og tillagast.

Bankin tekur frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og er farin undir at loysa boðini.

Frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum og hjá Betri Banka her.