Ferðast kort

Skalt tú uttanlands at ferðast?

Eru tíni gjaldskort klár til ferðina? Tað er altíð skilagott at fyrireika seg væl í góðari tíð frammanundan. Tá verður ferðin bæði tryggari og stuttligari.

Her eru trý ráð, sum kunnu hjálpa tær á leiðini:

1. Hav alt til reiðar – eisini eitt eyka kort

Um tú skuldi verið óheppin og mist gjaldskortið meðan tú ert á ferð, er tað sera gott at hava eitt eyka kort við í mappuni. Eitt eyka kort kann tryggja, at tú ikki stendur uttan atgongd til tín pening, sum í ringasta føri kann avgera, um tú sleppur víðari ella stendur fastur í einum fremmandum landi.

2. Kort hava ymiskar fyrimunir og nýtsluhámørk

Visa/Dankort og Mastercard Debit hava hvør síni nýtsluhámørk og eginleikar. Visa/Dankort hevur eitt hámark upp á 25.000 krónur yvir 14 leypandi dagar, meðan Mastercard Debit gevur tær møguleika at brúka heilt upp til 30.000 krónur um dagin – treytað av, at peningur er tøkur á kontuni. Harafturat eru avmarkingar á, hvussu nógv tú kanst taka út í sjálvtøku um samdøgrið.

Eitt gott ráð er at kunna seg um hesi hámørkini frammanundan. Tað kanst tú lættliga gera á okkara heimasíðu undir kortyvirlit. Eisini kanst tú leggja kortið á telefonina gjøgnum netbanka appina – so hevur tú tað altíð við tær, uttan at tað fyllir í lummanum.

3. Kredittkort eru krav í bilaleigu

Skalt tú leiga bil á ferðini? So er eitt kredittkort nærum altíð neyðugt. Flestu bilaleigufeløg krevja kredittkort, og góðtaka hvørki Visa/Dankort ella Mastercard Debit. Her er tað týdningarmikið at tryggja sær, at tú hevur rætta kortið við – so tú ikki stendur og manglar neyðugu trygdina tá tú skalt undirskriva leigusáttmálan.

Um tú ynskir at vita meira, so kanst tú lesa her um enn fleiri ferðaráð.

Vit ynskja tær eina góða og trygga ferð – og minst til, at vit eru altíð til reiðar at hjálpa, um tú hevur spurningar áðrenn ella meðan tú ert burturstadd/ur.