Umboðsráðsvalið 2022

Í Umboðsráðnum kanst tú gera tína ávirkan galdandi í Betri. Betri er eitt felag, vit eiga í felag, og tryggingartakararnir í Betri Trygging hava rættin at stilla upp til Umboðsráðsvalið.

Betri Umboðsráðsvalið 2022

Hesi stilla upp

Arni Djurhuus Brattaberg

Vágur

Benjamin Miné Midjord

Hoyvík

Dánjal Petur Nielsen

Tórshavn

Dávur Reinert Petersen

Saltnes

Finngerð Djurhuus Olsen

Tórshavn

Guðrun Poulsen

Argir

Hallur Thomsen

Argir

Hanus Toftheyggj

Hvalba

Høgni í Stórustovu

Tórshavn

Jákup Egholm Hansen

Argir

Jens Johan Dam

Tórshavn

Johann Behrens

Tórshavn

Karl Leonsson

Argir

Jutta Helgadóttir

Tórshavn

Magnus Pauli West

Vágur

Marni Abrahamsen

Argir

Mortan Simonsen

Argir

Niels Olaf Eyvindsson

Sandvík

Oddur Árnason Højgaard

Norðoyri

Sjúrður Hammer

Tórshavn

Súni í Hjøllum

Toftir

Uni Danielsen

Hoyvík

Hví velja vit til Umboðsráðið?

Ognarfelag Tryggingartakaranna er eitt limafelag við avmarkaðari ábyrgd. Ert tú tryggingartakari hjá Betri Trygging og hevur fastan bústað ella heimstað í Føroyum, so ert tú limur í felagnum. Og so hevur tú rætt til annaðhvørt at stilla upp ella at velja títt umboð í felagnum.

Val til Umboðsráðið er annaðhvørt ár.

Betri bygnaður

Treytir hjá valevnum

Fyri at kunna stilla upp til Umboðsráðið, skalt tú:

  • Hava fastan bústað ella arbeiði í Føroyum.
  • Vera myndug/ur og hava ræði á búgvi tínum og hava vanligt umdømi, ið ikki ger teg óegnaða/n ella óverduga/n at vera umboðsfólk.
  • Ikki  hava fráboðað gjaldssteðg, hava biðið um neyðskuldarsemju, trotabúviðgerð ella skuldarumskipan.
  • Ikki vera undir gjaldssteðgi, trotabúsviðgerð, skuldarumskipan ella neyðskuldarsemju.
  • Ikki vera dømd/ur fyri brot á revsilógina ella lóggávuna um fíggjarligt virksemi ella hava framt onnur lógarbrot og harvið skaða títt umdømið, sum síðan ger teg óverda/n at vera umboðsfólk.
  • Lúka treytirnar fyri atkvøðurætti (sí undir treytir hjá veljarum.)

Harumframt kunnu núverandi og fyrrverandi stjórar, starvsfólk í felagnum og dótturfeløgum og teirra hjúnafelagar ella sambúgvar ikki veljast sum umboðsfólk. Tó kunnu fyrrverandi starvsfólk, tá ið 7 ár eru liðin, síðani hesi fóru úr starvi, veljast til umboðsfólk. Eingin kann virka sum umboðsfólk, um tey eru sett í starv ella arbeiða fyri virkið, sum er kappingarneyti hjá felagnum og tess dótturfeløgum.

 

Treytir hjá veljarum

Fyri at kunna velja til Umboðsráðsvalið, skalt tú hava verið limur í felagnum síðani seinasta 1. juli fyri valið.

Hevur tú atkvøðurætt, hevur tú minst eina atkvøðu og í mesta lagi 10 atkvøður fyri allar teknaðar tryggingar.

Hevur tú teknað trygging, har árliga tryggingargjaldið er minni enn kr. 50.000,-, hevur tú eina atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar kr. 50.000,- í árligum tryggingargjaldi harafturat, fært tú 1 atkvøðu upp til í mesta lagi 10 atkvøður.

Partafeløg, smápartafeløg, íognarfeløg, feløg, stovnar og aðrir juridiskir persónar kunnu lata atkvøðu við formanni teirra, stjóra, leiðara ella umboðsstjóra.

Spurningar og svar

Hvussu fer valið fram?
Hvørt valár verður lýst við, at tryggingartakarar hjá Betri Trygging, sum lúka treytirnar, kunnu stilla upp til Umboðsráðsval.
 
Um tú ynskir at stilla upp, skalt tú boða frá skrivliga til høvuðsskrivstovuna áðrenn 31. august. Saman við fráboðanini skal fyriliggja váttan um bústað ella arbeiði og revsiváttan. Harumframt skal uppskotið verða undirskrivað av í minsta lagi 25 stillarum, sum eisini eru limir í felagnum. Ein limur kann bert vera stillari hjá einum valevni til hvørt val, og tað kann bert vera ein limur á hvørjum lista.

Tá uppstillingarlistin er komin upp á pláss, verður valið útskrivað í september, og atkvøðuseðlar sendir út til tey, sum hava atkvøðurætt. Veljast kann antin talgilt ella við brævi. Tá ið alt er talt upp, verður úrslitið kunngjørt.
Hvat ger Umboðsráðið?
Uppgávan hjá Umboðsráðnum er at skipa aðalfundir felagsins. Umboðsráðið velur nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, góðkennir roknskapin og tekur støðu til útlutan og annað.

Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir, har m.a. yvirskipað strategisk átøk verða umrødd. Í ráðnum sita 35 limir, sum møtast til fund í mesta lagi seks ferðir um árið: Til ársaðalfundin á vári, til kunningarfund um hálvársroknskapin á heysti umframt fýra fundir um m.a. strategisk mál, virksemi og um samfelagsábyrgd felagsins.
Hvat ger Ognarfelag Tryggingartakaranna?
Ognarfelagið Tryggingartakaranna eigur samtakið Betri. Endamálið hjá felagnum er at umsita ognirnar á best møguligan hátt. Í hesum sambandi antin beinleiðis ella ígjøgnum annað felag at eiga partapening í Betri Trygging og øðrum feløgum og øðrum íløguvirksemi. Allir tryggingartakarar hjá Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyumeru eru limir í felagnum og kunnu velja 35 umboð í Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.