Tíðindi

Legg kortið í Apple Wallet við 'Tap to Add'
Nú ber eisini til at leggja títt gjaldskort í beinleiðis við at skanna tølini ella bara við at leggja kortið nær við telefonina.

Freistir fyri ólavsøku
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera uttanlandsflytingar áðrenn ólavsøku.

Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Sethúsaprísirnir í Tórshavn hækkaðu 6% fyrsta ársfjórðing í 2025 samanborið við miðalprísin í 2024.Tað vil siga, at miðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er 4,4 milliónir krónur.

Betri Banki framvegis SIFI stovnur í Føroyum
Fíggjareftirlitið hevur staðfest, at Betri Banki framvegis er ein SIFI stovnur í Føroyum, og verður sostatt mettur at vera ein týðandi peningastovnur fyri føroyska samfelagið.

Eitt felag, vit eiga í felag
Tað, sum vit forvinna í krónum og oyrum á hvørjum ári, lata vit sum stuðul til samfelagsgagnlig endamál og sum limakrónur til allar limirnar. Hví? Tí samanhald er grundarlagið undir felagnum. Betri hevur altíð verið eitt felag, vit eiga í felag, so tá ið vit býta út av tí, sum vit forvinna, so er hetta bara ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.