Kontur
Í Betri Banka hava vit ymiskar kontur at bjóða tær. Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri tínum viðurskiftum og ætlanum, og saman finna vit útav, hvørjar kontur rigga best til tín.

Nýtslukonta
Nýtslukontan er okkara mest vanliga konta til løn og gerandisliga peninganýtslu, so sum mat, klæðir og annað. Øll kunnu stovna sær eina Nýtslukontu. Gjaldskort kunnu knýtast at kontuni, og tú kanst umsita og kalla kontuna tað, tú vilt, í Netbankanum.
Harafturat ber til at knýta ymsar sjálvtænastur at kontuni, sum geva tær lættari atgongd til eitt nú at:
- gera flytingar
- síggja saldu
- síggja kontuavrit o.a.
Nýtslukontan hevur broytiliga rentu.
Heildarkonta
Um tú ynskir at fáa yvirlit yvir tína fíggarstøðu og halda betri skil á føstum útreiðslum, eigur tú at stovna tær eina Heildarkontu afturat Nýtslukontuni.
Tá flytur tú eina fasta upphædd inn á Heildarkontuna hvønn mánað og rindar tínar føstu rokningar haðani. Hvussu stór fasta upphæddin er, verður roknað út frá, hvussu nógvan pening tú skalt gjalda um árið. Hóast útreiðslurnar kunnu vera ógvuliga ymiskar frá mánað til mánað, rindar tú eitt fast gjald hvønn mánað, soleiðis at útreiðslurnar verða javnaðar yvir alt árið.
Tú kanst velja, um tú umsitur kontuna, ella um vit skulu umsita hana fyri teg. Umsita vit hana, tryggja vit tær út frá heildarkontusáttmálanum, at kontan við fasta gjaldinum ikki er í troti við ársenda ella í endanum á tíðarskeiðnum.
Velur tú hinvegin einføldu Heildarkontuna, hevur tú ábyrgdina av at umsita kontuna og syrgja fyri, at nóg mikið altíð er á kontuni til at dekka tínar føstu útreiðslur. Kontan má ikki vera í troti, hevur broytiliga rentu og er ókeypis at stovna.
- Rokna Heildarkontu
- Tak niður Heildarkontu reglur
Uppsparingarkontur
Í Betri Banka hava vit fleiri góðar uppsparingsmøguleikar, alt eftir hvat tú ynskir at spara upp til og nær tú skalt brúka peningin.
Bassakonta
Bassakontan er til børn í aldrinum 0 til og við 18 ár. Tá barnið fyllir 18 ár er møguligt at halda fram við uppsparingini á eini Uppsparingarkontu.
Við Bassakontuni kunnu børnini, foreldur og familja spara upp til framtíðina hjá barninum. Tað er ongantíð ov seint at byrja. Bassakontan er ein uppsparingarkonta við góðari rentu í mun til aðrar kontur. Foreldur, ommur og abbar og familja annars kunnu spara upp til framtíðina hjá barninum við at rinda inn av og á, ella til dømis við at stovna fasta flyting inn á Bassakontuna.
Tá Bassakontan verður stovnað
Minst til at hava við:
- persónstalskortið
- dóps- ella navnaseðil hjá barninum
- samleikaprógv - pass ella koyrikort hjá foreldrunum/kontustovnaranum.
Bert foreldur ella verjar kunnu stovna barninum eina Bassakontu. Kontan er ókeypis at stovna.
Tú kanst í mesta lagi hava 500.000 krónur innistandandi á eini Bassakontu, og kontan er bundin, til barnið er fylt 18 ár.
Bústaðarkonta
Bústaðarkontan er til tín, sum ynskir at spara upp til tín fyrsta bústað við hægri rentu.
Gáva á 500 kr.
Í Betri Banka ynskja vit at stuðla øllum, sum spara upp til fyrsta bústaðin. Tí fært tú 500 krónur í gávu á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu.
Peningurin á Bústaðarkontuni kann brúkast til:
- Eginpening í samband við bústaðarfígging
- Keyp av íbúð, grundstykki ella sethúsum
- Sethúsabygging
Um Bústaðarkontu
Kontan er ikki tíðarbundin, men tú kanst í mesta lagi seta 500.000 kr. inn á kontuna.
Rentan á Bústaðarkontuni er broytilig og býtt upp í grundrentu og eykarentu. Peningurin kann gjaldast út av kontuni uttan kostnað, tá tú brúkar peningin til egnan bústað. Verður peningurin brúktur til annað endamál, falla eykarentan og peningagávan aftur til bankan.
Uppsparingarkonta
Uppsparingarkontan er til tín, sum vilt hava hægri rentu á peningin, sum ikki skal brúkast her og nú, men sum tú tó ikki vilt binda í alt ov langa tíð.
Hevur tú havt eina Bassakontu frammanundan, heldur uppsparingin sjálvvirkandi fram á eini Uppsparingarkontu. Hetta er ein sera góður máti at halda fram við uppsparingini til eitt nú framtíðar útbúgving. Einki mark er fyri, hvussu nógv tú kanst seta inn á kontuna.
Byrjar tú í góðari tíð at spara upp, hevur tú eisini pening tøkan at brúka til eitt nú feriu, hvítvørur, jólagávur o.a.
Um Uppsparingarkontuna
Kontan hevur 3 mánaðar uppsagnartíð, sum merkir, at tú skalt siga frá 3 mánaðir áðrenn, tú ætlar at taka pening út. Tekur tú peningin út, áðrenn uppsagnarfreistin er farin, rindar tú dekort, sum verður ásett sum ein prosentpartur av upphæddini, sum tú tekur út. Dekort er kostnaðurin fyri útgjald av bundnari uppsparingskontu í úrtíð.
Sí kostnaðin fyri dekort her.
Uppsparingarkontan er ókeypis at stovna og hevur broytiliga rentu.
Hevur tú hoyrt um negativa rentu?
Visti tú, at yvir 92 prosent av okkara privat kundum verða ikki ávirkaðir av negativari rentu? Herundir øll tey við barna-, ungdóms-, bústaðar- og eftirlønarkontum. Les meira og hoyr Sverra Justinussen, leiðara í Markets, greiða frá hesum hugtaki.
Eftirlønarkonta
Í Føroyum er tað eitt lógarkrav at hava eina eftirlønarkontu. Tín pensjónsuppsparing skal tryggja, at tú hevur nóg mikið at liva av, tá tú fert frá vegna aldur.
Tá tú stovnar tína eftirlønarkontu, kanst tú velja at lata peningin standa á kontu í Betri Banka við broytiligari rentu, ella lata Betri Pensjón røkta uppsparingina við marknaðarrentu. Marknaðarrenta merkir í stuttum, at tín uppsparing verður sett í virðisbrøv og umsitin av Betri Pensjón. Íløgurnar verða tillagaðar tínum váðaprofili og eru undir regluligum eftirliti. Hvussu nógv tú skalt spara upp til pensjón, hvør váðaprofilur hóskar best til tín o.a., kunnu vit saman finna útav.

Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.