Google Pay á telefonina

Hevur tú eina Android telefon, kanst tú nýta Google Pay at gjalda við í handlum, á netinum og í appum. Les meira um hetta á síðuni her og um, hvussu tú kemur í gongd.

Google Pay

Rinda trygt og lætt við Google Pay

Google Pay er ein lættur og tryggur máti at rinda við. Gjaldið gongur skjótt, og tú skalt ikki nýta annað enn tína Android-eind. Ein fyritreyt fyri at kunna rinda við Google Pay í handlum er, at tín Android-eind hevur stýrisskipan Android 5.0 ella hægri, umframt at hon hevur NFC-flís. Tú kanst nýta Google Pay allastaðni, har tey skelta við einum av hesum ímyndum:

Google Pay 

 

Google Pay

Tryggur gjaldsháttur

Tá tú rindar við tíni Android-eind, eru kortupplýsingarnar hjá tær vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, tú brúkar, ella í handlinum, har tú nýtir Google Pay.

5. element

Google Pay

Tá tú rindar í handlum

Tú rindar kvikliga við Google Pay við bert at læsa tína telefon upp við kotu ella fingramerki, og síðan heldur tú telefonini tætt at kortgreiðsluni, júst sum tú vanliga gert við tínum kontaktleysa gjaldskorti. 

5. element

Google Pay

Tá tú rindar í appum og á netinum

Tá tú rindar í appum og nethandlum, er Google Pay ein skjótari gjaldsháttur, tí tú skalt ikki longur nýta tíð og orku at stovna kontur ella útfylla long oyðibløð. Fyri at gjalda í appum og nethandlum í Google Chrome á tíni telefon ella teldli, skalt tú velja Google Pay við kassan og góðkenna gjaldið.

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.