Orkusparandi loysnir
Eitt kunnandi tiltak, har tú fært greiðu á, hvat er bíligari og meira burðardygt hjá tær.
Umhugsar tú at gera orkusparandi íløgur í bústaðnum, tí tú ynskir at spara pening og gerast meira burðardygg?
Vit ynskja at geva tær kunning um, nær tú kanst spara pening við at bjálva ella gera aðrar umvælingar í bústaðnum, og nær tað er skilagott at skifta orkuskipan til annaðhvørt jarðhita ella hitapumpu.
Tí skipa vit fyri hesum tiltakinum, so tú fært greiðu á, um tað er skilagott hjá tær at gera eina íløgu, og hvør íløga hóskar best til tín bústað.
Skráin
- Anna Katrina Vestureið Thomsen, orkuserfrøðingur, gevur góð ráð um bjálving og umvælingar av bústaðnum
- Kári Mortensen, leiðari á Umhvørvisstovuni, greiðir frá um jarðhita- og hitapumpur, og um orkuskiftið í Føroyum
- Inger Enni Danielsen, frá Betri Trygging, greiðir frá tryggingarmøguleikum, tá tú gert orkusparandi umvælingar
- Hanna Castro, ráðgevi hjá Betri Banka, greiðir frá, hvussu tú kanst nýta okkara orkuroknara, umframt fíggingarmøguleikar til orkusparandi umvælingar.
Vit bjóða ein góðan duss og søtt frá Omaná.
Vælkomin til eitt kunnandi tiltak um orkusparandi loysnir í Perluni í Havn, hóskvøldið 16. mai klokkan 18.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Orkuroknarin
Royn Orkuroknarin og fá eina ábending um, hvussu nógv tú kanst spara við at skifta til varandi orku. Havast skal í huga, at tað kann vera meira burðardygt at varðveita oljufýrið so leingi tað riggar, sum tað skal.