Lesandi ella lærlingur

Tá tú ert lesandi ella í læru broytist tín fíggjarstøða. Tú fært studning, SU ella lærlingaløn og samstundis fleiri nýggjar útreiðslur til eitt nú bústað, bøkur og ferðing. Lat okkum hjálpa tær at fáa sum mest burtur úr tíni nýggju fíggjarstøðu.

Lærlingur


Umhugsar tú at fara undir víðari lesnað ella í læru? Tá tú ert lesandi ella í læru eru pengarnir ofta ikki so nógvir. Tí er umráðandi at hugsa um tínar pengavanar, og tillaga nýtsluna eftir broyttu støðuni.

Í Ungdómsdeildini í Betri Banka leggja vit serliga stóran dent á at veita tær holla ráðgeving um tínar møguleikar og serligu tænasturnar til tín millum 18-28 ár. Sum kundi hjá okkum fært tú tín egna Ungdómsráðgeva, sum tekur støði í júst tær og tínum fíggjarviðurskiftum.

Ung Náttura

Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út

Kári og Heidi eru bæði undir útbúgving. Kári er í læru sum timburmaður, og Heidi lesur á Setrinum. Saman leiga tey eina íbúð. Nú, tá inntøkan er so avmarkað, hava tey avgjørt at stovna eina Heildarkontu til fastar útreiðslur og eina Innlánskontu til mat fyri at hava betri skil á fíggjarviðurskiftunum. Afturat hesum hevur Heidi valt at arbeiða á eini matstovu. 

Sjálvt um tey ikki hava so nógvar pengar, vilja tey leggja eitt sindur av pengum til síðis hvønn mánað til óvantaðar útreiðslur, ferðing o.a.

Tey hava tí valt at seta 1000 krónur inn á eina Uppsparingarkontu um mánaðin. Alt ger mun og um summarið, tá Heidi hevur møguleika at arbeiða meira enn vanligt, setir hon enn meira inn á uppsparingina. 

Afturat hesum hava Heidi og Kári valt at flyta 1000 krónur um mánaðin inn á eina Bústaðarkontu fyri at spara upp til egnan bústað. 

Tá fastar útreiðslur, matur, uppsparing og annað er goldið, hava Kári og Heidi 3.980 kr. eftir at liva fyri.

Netto inntøkur

Kári
   Lærlingaløn 8.449 kr.
Heidi
   Studningur 4.471 kr.
   Lestrarstarv 3.000 kr.
Í alt 15.920 kr.
 
Fastar útreiðslur/Heildarkonta
   Leiga   6.000 kr.
   Internet
  500 kr.
   Tlf.
  400 kr.
   Trygging
  200 kr.
   Ymiskt annað
  300 kr.
   Havnar Handverkarafelag
  40 kr.
Í alt
  7.440 kr.
     
Innlánskontu til mat
  2500 kr.
Bústaðarkonta
  1000 kr.
Uppsparingarkonta
  1000 kr.
Eftir, tá alt er goldið
  3.980 kr.

Uttanlands at lesa?

Visti tú, at tú kanst brúka Betri Banka, tá tú ert uttanlands? Vit gera tað lætt og einfalt fyri teg, so tú kanst hugsavna teg um lesturin. Sum lesandi uttanlands fært tú somu fyrimunir í Ungdómspakkanum, sum onnur ung í aldursbólkinum 18-28 ár.

Framløga

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv ger góðan mun fíggjarliga afturat studninginum. Um tú harafturat ert so heppin at finna eitt starv, sum er viðkomandi fyri útbúgvingina, fært tú ikki bara fleiri pengar, men eisini viðkomandi arbeiðsroyndir og netverk. Tað einasta, tú skalt minnast til er at ansa eftir, at tú ikki tjenar meira enn loyvt. Les meira um hetta á heimasíðunum hjá stovnum sum Taks, Skat í Danmark. v.m.

Uppsparing

Legg tína framtíð til rættis

Nógvir fyrimunir eru við at leggja pengar til síðis. Ein føst upphædd hvønn mánað er eitt gott íkast, tá tú skalt keypa nýggja teldu, bil ella bara spara upp til framtíðar bústaðin. Sjálvt smáar upphæddir gera stóran mun.

Tú sleppur eisini undan at taka óneyðug lán, um tú hevur tøkan pening til óvæntaðar útreiðslur, sum koma óvart á. Tá tú hevur eina uppsparing, vísir tú vilja til at leggja pengar til síðis. Tað kann koma tær til góðar, tá tú seinni skalt gera størri íløgur. At spara upp er ein máti at stýra og leggja sína framtíð til rættis.

Lesandi

Fíggjarætlan

Halt skil á pengunum. Ger eina fíggjarætlan

Hvat skal við í tína fíggjarætlan? Og hvørjar eru føstu útreiðslurnar? Ger tína egnu fíggjarætlan eftir okkara leisti, so hevur tú altíð yvirlit yvir samlaðu fíggjarstøðuna.

Ger eina fíggjarætlan

5. element

Góð ráð

Óvæntaðar rokningarnar - 4 tær mest vanligu

  • Umvæla súkklu/bil
  • Tannlæknarokning
  • Umvæla/útskifta tøkni
  • Umvæla hvítvørur

/ung

Tínir fyrimunur

Vit hava savnað tær mest viðkomandi tænasturnar til ung millum 18 og 28 ár. Fleiri tænastur eru antin ókeypis ella hava serliga góðar treytir.

5. element

Tænastur

Ókeypis tænastur

Gjaldskort
Ungdómskundar kunnu fáa tvey kort ókeypis:

Netbanki
Netbankin og at gera flytingar við inngjaldskorti í Netbankanum er somuleiðis ókeypis

Aðrar ókeypis tænastur

Ung keypa bil

Fyrimunir

Avsláttur og lagaligar treytir eru galdandi, tá tú stovnar

Eisini ber til at fáa avsláttur av tryggingum.

Bústaðarkontan 

Við eini bústaðarkontu kanst tú spara upp til tín fyrsta bústað við eini hægri rentu. 
Tú fært eina gávu á 500 krónur á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu.

Stovna Bústaðarkontu

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.