
Lestrarstarv á Marknaðardeildini
Ert tú lesandi? Droymir tú um eitt fakliga viðkomandi lestrarstarv? So ert tú heppin, tí vit leita eftir einum ágrýtnum starvslesandi til Marknaðadeildina.
Um teg
Tú ert undir lesnaði, og hevur áhuga fyri marknaðarføring. Tú dugir at finna loysnir, arbeiða sjálvstøðugt og ert íðin eftir at læra. Tú fert at hava nógv samband við onnur starvsfólk, og tí mást tú hava eitt jaligt lyndi, góð samstarvsevni og duga at byggja góð sambond.
Tínar uppgávur, sum bæði verða loystar sjálvstøðugt og saman við øðrum, verða eitt nú at:
- Samskipa tiltøk
- Hjálpa til við hugskotum til SoMe
- Hjálpa til við fyrifallandi uppgávum á deildini
- Hjálpa til við kampagnum og átøkum
- Vera við í kreativa arbeiðinum
Tað er ein fyrimunur, um tú dugir at gera reels og arbeiða við sosialum miðlum. Hetta er tó ikki ein treyt.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og mennandi lestrarstarv, har eingir arbeiðsdagar eru eins, og har tú kanst menna teg fakliga.
- Dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum.
- Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum.
- Starvstíð á umleið 7-14 tímar um vikuna. Í felag finna vit útav, hvat hóskar best til tín lesnað og gerandisdag annars.
Marknaðardeildin
Á Marknaðardeildini starvast fýra fólk, og vit hava tætt samstarv við hinar deildirnar í felagnum og við veitarar uttan fyri húsið.
Søk starvið
Hevur hetta fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi mánadagin 18. mai kl. 12.00.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Lív Sørensen, marknaðarráðgeva, á 548708.
