Søga okkara

Rótin á Betri Trygging rennur aftur til 1. juli 1940. Týskland var farið í kríggj – og ótti og ótryggleiki merktu gerandisdagin.

Ótryggleiki valdaði um teir nógvu hermenninar, sum júst vóru komnir til landið, og um støðuna hjá Onglandi, okkara nýggju yvirvøld, sum var sterkasta mótstøðan hjá Týskandi.

Mest av øllum valdaði ótryggleiki um føroysku sluppirnar. Um menn, pápar, synir og beiggjar, sum vóru á havinum millum minur og týskar kavbátar.

Av tí, at kríggið kvettið sambandið við Danmark, vóru heldur eingi donsk tryggingarfeløg í Føroyum longur, sum tað annars høvdu verið.

Men 1. juli 1940 varð ”Samtakið Tryggingarfelagið Føroyar” sett á stovn – við fýra deildum. Føroya brunatrygging, Føroya vanlukkutrygging, Føroya sjóvátrygging – og so tann nýggja Krígstryggingin fyri føroysk fiskifør.

Hetta skapti nakað av tryggleika í ótryggleikanum. Hetta var árræði mitt í mótloysinum. Og hetta var eitt føroyskt frambrot, eftir at danir høvdu staðið fyri tí mesta her heima.

Bara 25 dagar seinni – tann 25. juli – fórst tann fyrsta føroyska sluppin undir krígnum. Tað var Aldan, sum stevndi út av Vágsfirði, men sum ongantíð kom aftur. Seks menn sjólótust.

Nýstovnaða, føroyska tryggingarsamtakið nøktaði ein stóran tørv. Yvir 2.354 ferðir vóru føroyingar í Bretlandi undir krígnum og seldu fisk.

Tilsamans mistu vit 206 mans og 39 skip á hesum túrunum.

Hóast eingin trygging nakrantíð kann uppviga ein so sváran miss, gjørdi tað kortini stóran mun hjá eftirsitandi einkjunum at fáa eitt útgjald, so tær og børnini kundu klára seg. Fyri reiðararnar hevði tað somuleiðis stóran týdning at fáa eitt endurgjald fyri mista skipið, so eitt nýtt kundi keypast - og vinnulívið halda á.

Hetta var okkara byrjan.

Líka síðani hava vit skapt tryggleika í Føroyum á øllum hugsandi økjum. Støðugt hava vit ment okkum og virksemi okkara, og felagið sær eyðsæð munandi øðrvísi út í dag, enn tað gjørdi í 1940. Vit hava skift navn fleiri ferðir, lagt saman við øðrum og tillagað virksemið.

Men enn sum áður er kjarnuuppgávan tann sama: at tryggja tey fólkini, sum eru tær kærast, og tær ognirnar, sum tú virðismetir mest.

Vit eru frá lívsbyrjan til lívsenda.

Vit eru Betri Trygging.