Navnakapping
-Hvussu skulu vit eita?

Hey øll somul!
Vit eru tveir øgiliga fittir og lívligir Golden retriever hvølpar - ein tík og ein hundur. Skjótt fara vit at verða maskottar hjá Betri Trygging. Vit fara at læra føroysk børn um fyrstuhjálp og tryggleika.
Vit eru:
Fitt og ábyrgdarfull
Djørv og kvik
Skipað, men eisini spælisjúk og lívlig
Stuttlig og forvitin
Heit og umsorganarfull
Loyal
Men hvussu skulu vit eita?
Freistin at senda uppskot inn er áðrenn midnátt 17. apríl.
Vinnarin fær beinleiðis boð – og eitt gávukort á 5000 kr frá Atlantic Airways.
Betri Trygging tilskilar sær rætt til ikki at velja nakað av innkomnu uppskotunum.
