Um tú ikki kanst taka undir við avgerð okkara í einum tryggingarmáli, ert tú vælkomin til, í fyrsta umfari, at seta teg í samband við okkum aftur. Kann málið verða loyst á henda hátt, er tað tann besta, mest einfalda og skjótasta loysnin fyri báðar partar.

 

Serligur kærumøguleiki fyri privatar kundar og vinnukundar, har kundaviðurskiftini ikki víkja stórvegis frá privatkundaviðurskiftum

Um tú og Betri Trygging ikki røkka einari semju, hevur tú møguleika til at kæra avgerðina til Ankenævnet for Forsikring. Eisini er møguleiki fyri at senda skrivliga kæru, kæran kann sendast við telduposti til skadi.kaera@trygging.fo.

 

Leinkjur til hentar heimasíður um kærumál:

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Send teldupost