Tað er nógv at hugsa um, tá ið vit eiga bil og ferðast í ferðsluni.
Her hava vit savnað nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst viðlíkahalda bilin, tí trygd og rætt viðlíkahald hanga neyvt saman. Hartil eru góð ráð um, hvussu tú kanst ferðast tryggari í ferðsluni.
Góð ráð um at ferðast trygt í ferðsluni
Gáloysni í ferðsluni
Tá ið tú koyrir, skalt tú hugsavna teg um koyringina og bert um koyringina.
Gáloysni í ferðsluni kann býtast í fýra:
Sjónin – tá bilførarin hyggur burtur frá ferðsluni.
Heilin – tá bilførarin hevur tankarnar aðrastaðni enn í ferðsluni.
Rørslan – tá bilførarin sleppur róðrinum við aðrari ella báðum hondum.
Hoyrnin – tá bilførarin lurtar eftir øðrum enn ferðsluni.
Tess fleiri sansir tú brúkar upp á annað enn at koyra bil, tess vandamiklari.
Góð ráð í samband við gáloysni í ferðsluni
Brúka altíð endurskin
Endurskin bjarga lívinum. Kanningar vísa, at um tú brúkar endurskin ella endurskinsvest, minkar vandin fyri at verða yvirkoyrd/ur við umleið 85%.
Kanningar vísa eisini, at bilførarar, sum koyra við nærljósi í skýming, ikki síggja fólk til gongu, fyrr enn tey eru 25-40 metrar burturi. Men um tey brúka endurskin, síggjast tey longu, tá bilurin er 130-140 metrar frá.
Hjá Betri Trygging lata vit ókeypis endurskin - og tú ert altíð vælkomin at støkka inn á gólvið.

Tínar tryggingar á einum stað
Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:
- Stundislig fráboðan
- Møguligt at senda myndir við fráboðanini
- Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
- Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
- Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum