Bygging

Bygging og umbygging

Skalt tú byggja ella umbyggja sethús, er neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi.

Arbeiðstøkutryggingin fevnir um eitt avmarkað tíðarskeið – frá tí arbeiðið byrjar og til tað er liðugt. Hetta tíðarskeiðið fevnir hon um útreiðslur í sambandi við óvæntaðar og brádligar skaðar, umframt alt tilfarið, sum liggur á byggiplássinum, meðan tryggingin er galdandi.

Harumframt er eisini ein ábyrgdartrygging. Hon fevnir um skaðar, ið tú, sum byggiharri, møguliga kann ábyrgjast fyri í byggitíðarskeiðnum.

Eisini ber til at tekna eina víðkaða arbeiðstøkutrygging, so skaðar, ið standast av spreinging eisini eru umfataðir.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Ofta settir spurningar

Við hesi tryggingini ásetur tú fyrst tað virðið, ið skal tryggjast, og tryggingin ger síðani eina váðameting av umvælingini. Henda váðmetingin ávirkar prísin á tryggingini. 

Tað ber sostatt ikki til at geva ein fastan prís, tí tað eru fleiri viðurskifti, ið spæla inn. Men set teg í sambandi við okkum, so hjálpa vit tær fegin og geva tær eitt óbindandi tilboð. 

Gev gætur, at tryggingin skal verða teknað í góðari tíð, áðrenn farið verður undir at byggja, umbyggja ella spreingja.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Skriva til okkara