Vanlukkutrygging

Maður í stiga

Ein Vanlukkutrygging er títt trygdarnet, um tú skuldi verið óheppin - og dekkar bæði likamligt og sálarligt mein.


Vanlukka

Tryggingin fevnir um flestu vanlukkur, skaðar og óhapp, ið tú og tíni kunnu koma út fyri. Ein vanlukka er ein brádlig hending, ið elvir til likamsskaða.

Sálarlig kreppuhjálp
Tryggingin veitir eisini kreppuhjálp hjá sálarfrøðingi í upp til 10 tímar, um ein keðilig hending hevði við sær, at tú komst í eina bráðfeingis sálarliga kreppu.

Sálarlig kreppuhjálp fevnir um:

  • Álvarsamar vanlukkur
  • Tá ið næstringur* doyr
  • Tá ið tú ella næstringur verða lívshættisliga sjúk
  • Tunglyndi eftir føðing
  • Deyðføðing, fosturlát og at fáa barn við breki
*Við næstringar er at skilja hjúnafelagi/sambúgvi/skrásettur maki, børn, barnabørn, foreldur og systkin.

Harumframf fært tú endurgjald fyri skaða á brillur og hoyritól.

 

Skundgjald
Tú kanst tekna "skundgjald" sum tilval til tína vanlukkutrygging, so fært tú útgoldið 10.000 kr. í skundgjaldi, um tú fært beinbrot, skaða á krossband ella menisk, ella um hælsinan verður rivin av.

Vanliga vanlukkutryggingin tekur eisini við, um tú fært varandi mein av skaðanum. Men tað kann ofta taka langa tíð, áðrenn varandi mein kann staðfestast, og tí er skundgjaldið eitt gott plástur á sárið.

 

Barnavanlukkutrygging

Hevur tú børn, viðmæla vit at tekna eina barnavanlukkutrygging, sum fevnir um óhapp og skaðar. Barnavanlukkutryggingin veitir endurgjald, um barnið fær varandi mein á 5% ella meir, og veitir eisini endurgjald til viðgerð hjá fysioterapi, kiropraktor og sálarfrøðingi, um tað er ein beinleiðis avleiðing av einum vanlukkutilburði sum t.d. í eini trampolin.

Sami kostnaður - óansæð talið av børnum
Barnavanlukkutryggingin kostar tað sama óansæð, hvussu nógv børn tú hevur. Minst bara til at fráboða okkum, um familjan økist. So skráseta vit nýggja barnið, so tað eisini er dekkað.

Skundgjald til børn
Tú kanst eisini tekna "skundgjald" sum tilval til børn. So fært tú útgoldið 10.000 kr. í skundgjaldi, um barnið fær beinbrot, skaða á krossband ella menisk, ella um hælsinan verður rivin av.

Skundgjaldtrygging til børn fæst bara hjá Betri Trygging.

Vanlukkutryggingar

Børn

0-18

Tilval

Ung

18-28

Tilval

Vaksin

28-60

Tilval

Eldri

60+

Tilval

Við í pakkanum

Tilval

Skulu vit kanna, um tín vanlukkutrygging er í lagi?

Ja takk

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.