Ognarskifti

Ognarskiftistrygging

 

Fyri tey flestu er sethúsakeyp størsta íløgan í lívinum. Men um stórir fjaldir skaðar og/ella brek eru við ognini, ið tit ikki vistu um, tá ið tit keyptu, kann hetta fáa álvarsamar fíggjarligar avleiðingar.

 

Tí veita vit ”Ognarskiftistrygging”, sum verjir keyparan ímóti ókendum brekum og skaðum við ognini. Tað kann jú vera ymist, sum ikki vísir seg fyrr enn eftir, at húsini hava skift eigara.

 

Ognarskiftistryggingin kann teknast fyri eitt tíðarskeið á 5 ella 10 ár.

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

 

Inga Gregersen

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost