Einki kann metast við at ferðast í Føroyum. Friðurin, náttúran og fríska luftin eru balsam fyri sinnið.

Men vit vita samstundis, at tað eru vandar. At veður og viðurskifti kunnu broytast skjótt. Tí mugu vit vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin. 

Her eru nøkur góð ráð um at ferðast trygt í egnum landi.

 

Góð ráð til ferðir í Føroyum

Lat teg í góðar fjallaskógvar við grovum botni.

Lat teg í sjónlig klæðir, sum hóska til veðrið.

Lat teg í klæðir úr ull ella bummull, sum ikki eru hál, sum t.d. neilonklæðir eru.

Kannað altíð veðurforsøgnina, áðrenn tú fert.

Sig onkrum frá, nær tú fert, og hvagar tú fert.

Rennur tú teg í mjørka, steðga á og bíða, til sýnið batnar aftur, og tú trygt kanst ganga víðari.

Hav altíð fult lødda fartelefon við tær, so tú kanst ringja eftir hjálp, um okkurt skuldi hent.

Hav altíð ein lítlan matpakka, sjokolátu ella annað orkuríkt við, um orkan skuldi gingið undan.

Hav altíð vatn við tær.

Vanlukkutryggingar til tín og tíni

Minst til at tryggja teg og tíni við vanlukkutryggingum. Tryggingarnar fevna um flest allar vanlukkur, skaðar og óhapp – eisini slíkt, sum hendur úti í náttúruni.

Mín Trygging

Tínar tryggingar á einum stað

Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:

  • Stundislig fráboðan
  • Møguligt at senda myndir við fráboðanini
  • Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
  • Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
  • Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Skriva til okkara