Lær um tryggleika og fyrstuhjálp við Titu og Treysta

Hundarnir Treysti og Tita í kappum

Hey og vælkomin til síðuna hjá Titu og Treysta

Her kanst tú læra um tryggleika og fyrstuhjálp til smærri børn, tí eisini smá børn kunnu gera mun, tá ið óhapp henda.

Tey kunnu boða einum vaksnum frá, ringja 1-1-2 og veita ugga og linna. Alt hetta kann vera avgerandi fyrstahjálp.

Tí hevur tað týdning at tosa við børnini um hesi viðurskiftini. At geva teimum nøkur amboð. Og at vissa tey um, at øll kunnu gera mun.

Kjarnuboðskapur um børn og fyrstuhjálp


• Børn skulu hugsa um egnan tryggleika fyrst, tá ið óhapp henda

• Børn skulu rópa eftir hjálp ella fara eftir einum vaksnum

• Børn skulu vita, at tey vaksnu fara at hjálpa – ikki skelda – um onkur fær skaða

• Børn skulu vita, at tað altíð er betri at royna at hjálpa heldur enn einki at gera

• Børn skulu kenna til at ringja 1-1-2

• Børn skulu læra, at tey kunnu ugga, vísa umsorgan og ansa eftir hvørjum øðrum

• At leggja ein vátan, kaldan lappa á linnar stórt sæð allar smáskaðar, ið børn fáa

• Í fyrstuhjálp til smærri børn er fremsta boðið: ver ein góður vinur

• Smærri børn læra best um tryggleika og fyrstuhjálp í spæli ella práti. Tað er endamálið við hesi síðuni – og við maskottunum, Titu og Treysta

Fyrstahjálp fyri børn
- øll kunnu gera mun

Fyrstahjálp fyri børn. Øll kunnu gera mun.

Fyrstahjálp fyri børn
- øll kunnu gera mun

1. Skapa tryggleika

Tað merkir, at tú skalt ansa eftir, at tú og onnur ikki eisini fáa skaða ella at skaðin verður verri.

(mynd 1 – s 4 í heftinum)

Fyrstahjálp fyri børn
- øll kunnu gera mun

2. Kanna tann skadda

Tað merkir, at tú skalt vita, hvussu støðan er og hvar hann hevur fingið skaða. Bløðir hann?

Tosa við hann og spyr, hvar hann hevur ilt. 

Um hann sær út sum hann svevur og ikki svarar, er hann kanska svímaður.

Fyrstahjálp fyri børn
- øll kunnu gera mun

3. Rópa HJÁLP ordiliga hart - ella ring 1-1-2

Tað er altíð best at fáa ein vaksnan at hjálpa. Rópa HJÁLP ella ring eftir hjálp, um tú hevur telefon.

Um tit eru fleiri, er best, at onkur er hjá tí skadda, meðan onkur rennur ella ringir eftir hjálp.

Um hann er svímaður, bløðir øgiliga illa ella tit síggja, at hann hevur brotið okkurt, skulu tit ringja 1-1-2.

Fyrstahjálp fyri børn
- øll kunnu gera mun

4. Gev fyrstuhjálp

Tað merkir, at tú roynir at hjálpa tí skadda so væl, sum tú kanst. Tosa blídliga við hann og ugga hann. Balla hann, um hann er kaldur. Lat hann eitt sindur úr, um hann er heitur.

Tað hjálpir næstan altíð at leggja ein vátan, kaldan lappa á har, sum hann hevur ilt. Síðani kanst tú seta eitt plástur á. Ver hjá tí skadda, vís umsorgan og ver ein góður vinur.

Sangir

Vit hjálpast at

Orð: Eydna Skaale, Lag: Petur Háberg og Hjørtur Háberg
Sangur: Jóhanna Biritudóttir Iversen og Bjarki Virgarsson Trondesen
Kór: Óluva Lín, Ragna, Nora, Vársól og Ronja Rún
Øll ljóðføri: Petur Háberg, Hjørtur Háberg og Urbanus Olsen
Ljóðblandað og mastrað: Urbanus Olsen
Útgivið: Tutl

Tak sangtekstin niður

Fyrstuhjálparsangurin

Orð: Eydna Skaale, Lag: Jensina Olsen
Sangur: Jensina Olsen
Kór: Jensina Olsen og Johannes Hellbo Olsen
Ljóðføri: Jensina Olsen, Johannes Hellbo Olsen og Bjarni Jøkladal
Ljóðblandað og mastrað: Johannes Hellbo Olsen
Útgivið: Tutl

Tak sangtekstin niður