Vanedyr

FYRILESTUR

30. oktober bjóða vit til forkunnugan fyrilestur við danska bestseller-rithøvundinum av Gopler Ældes Baglæns og Vanedyr, Nicklas Brendborg.

Hevur tú nakrantíð undrast á, hví tú ikki klárar at steðga aftaná nøkur fá kips? Hví tú blívur við at eta - og áðrenn tú veitst av, so er kipspakkin tómur?
Vit eta ósunt, brúka meira tíð á telefonini, enn vit ætla - og vit enda alt for ofta á Netflix heldur enn at fara í venjingarmiðstøðina. Men tað er faktiskt ikki okkara skyld! Orsøkin er, at matvørufyritøkur brúka milliardir av krónum til gransking fyri at finna út av, hvussu tey kunnu manipulera okkum til júst at eta meira. 
Og somuleiðis tá vit ikki klára at steðga við at skrolla á telefonini, ella tá vit enda við at sita og hyggja eftir nógv fleiri pørtum á Netflix, enn vit høvdu ætlað - tað stendst av, at tøknifyritøkurnar brúka enn fleiri milliardir og enn fleiri granskarar fyri at fáa okkum avhangig.

Tað er í roynd og veru viljastyrkin hjá okkum einstaklingum upp ímóti toppgranskarum við milliarda búskettum. Heldigvís merkir hetta ikki, at ongin vón er - tí tá vit fyrst hava lært, hvussu manipulatiónin riggar - og hava røttu amboðini - so kunnu vit fáa ræðið aftur.

Hetta fer Nicklas Brendborg at fortelja okkum um, har hann við síni vísindaligu bakgrund og fantastiska innlivandi evnum fer at taka okkum við inn í ein ræðandi heim. Nicklas fer at geva okkum vitan innan yvirvekt, girnd og talgildar vanar, ið vinda upp á seg við ræðandi ferð. Vit fáa m.a. eina føroyska mynd av yvirvekt og livialdri samanborið við okkara grannalond - og nøkur av tølunum eru bæði yvirraskandi og skelkandi.

 

Nicklas Brendborg
Nicklas er ph.d.-lesandi á Ríkissjúkrahúsinum innan læknalívfrøði og verður sæddur sum ein av mest lovandi ungu granskarunum innan hetta økið. Hansara gransking leggur vekt á at finna vísindaliga svarið til eitt langt lív, og so tær avbjóðingar, ið koma av vanabundnu atferðini hjá okkum menniskjum, og hvussu fyritøkur manipulera við hesum til egnan fyrimun. 

Nicklas hevur útgivið tvær bøkur, ið báðar eru á bestseller-listanum. Gopler Ældes Baglæns, ið var fyrsta bókin, hann skrivaði, er umsett til 30 mál og snýr seg um, hvussu mann fær eitt langt lív.
Seinna bókin, Vanedyr, snýr seg um, hvussu føðivøruídnaðurin, medisinalídnaðurin, pornoídnaðurin og sosialir miðlar øll eru dømi á superstimuli-ídnaðir, sum tjena pengar upp á at skapa avhangigiheit. Nicklas forklárar, hvussu hesir ídnaðir útnytta okkara menniskjaligu instinktir og lívfrøðiligu mekanismur fyri at lokka okkum at brúka meira og meira - eisini tá ið vit vita, at tað er skaðiligt fyri okkum.
Vanedyr er ikki bara ein kritikkur av hesum ídnaðum - men eisini ein vegleiðing til, hvussu vit kunnu taka ræðið aftur við at skilja, hvussu heilin riggar, og hvussu superstimuli ávirka okkum.

Nær, hvar og hvussu
Nær: 30. oktober kl. 19.30
Hvar: Norðurlandahúsið
Hvussu: Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding krevst – avmarkað pláss.

 

Tilmelda