Arbeiðsskaði

Betri Arbeiðsskaðatrygging

Hevur tú fólk í arbeiði, hevur tú skyldu at tekna arbeiðsskaðatrygging. Hetta er ásett við lóg, og tryggingarskyldan er galdandi bæði fyri lønt og ólønt arbeiði.

Hartil hava sjálvstøðug vinnurekandi skyldu at tryggja seg móti arbeiðsskaða sjálvi.

Arbeiðsskaðatryggingin fevnir um skaðar, sum starvsfólk fáa, meðan tey eru í arbeiði.

Hjá Betri Trygging fevna vit hartil um ymisk onnur viðurskifti.

Textur

Tykkara fyrimunir hjá Betri Trygging

Er arbeiðsskaðatryggingin teknað hjá okkum, kunnu vit bjóða tær og starvsfólkum tínum hesar fyrimunir fram um aðrar tryggingar:

  • Eina trygging, sum eisini fevnir um ferðina beinleiðis til- og frá arbeiði
  • Skaða á persónligar lutir
  • Sálarliga kreppuhjáp
  • Jarðarferðarhjálp
  • Tænastuna ”Betri Bati”, sum veitir tí skadda persónliga hjálp, til dømis læknaligar metingar, sosialrágeva, viðgerðir, umskúling og so framvegis

Set teg í samband við okkum, um tú vilt vita meira, hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.

Fleiri upplýsingar um arbeiðsskaða finnur tú á heimasíðuni hjá Vanlukkutryggingaráðnum.

Arbeiðsskaðalógin kann lesast her.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost