Leysafæ

Vinnu- og Produkt-ábyrgdartrygging

Vinnu- og Produktábyrgartryggingin er ein samansett ábyrgdartrygging, sum verður lagað til júst títt vinnuliga virksemi.

Vinnu- og Produktábyrgartryggingin fevnir bæði um vinnuábyrgd og produktábyrgd:

 

Vinnuábyrgd

  • Ábyrgdin, sum liggur á tær, tá tú fremur títt vinnuliga virksemi.
  • Ábyrgd, sum eigara ella nýtara av bygningi ella grundøki
  • Ábyrgd av dálking 

Produktábyrgd

  • Ábyrgdin, sum liggur á tær, um skaðar standast av vørum, tænastum ella veitingum, sum tín fyritøka hevur latið.
  •  Vandafyribyrging

 

Vinnu- og produktábyrgdartryggingin verður lagað til júst títt vinnuliga virksemi. Tað gera vit til dømis við at meta um, hvat slag av virksemið talan er um, hvar virkað verður, hvørji krøv kundarnir seta og hvørjir møguligir veitarar eru.

 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Textur

Vel tær tilvalstryggingar, sum hóska best til tína fyritøku

Ymiskt virksemi merkir ymsan tørv. Afturat tíni Vinnu- og Produktábyrgartrygging kanst tú tekna:

• Grevstrarábyrgdartrygging
• Lyftitrygging
• Lyklafulnaður
• Víðkað dálkingarábyrgdartrygging
• Ferðsluábyrgdartrygging
• Lutir í varðveitslu
• Ráðgevaraábyrgd
• Ómannað loftfør (Dronur)
• Ingrediens- og komponentábyrgdartrygging
• Til- og Viðgerðartrygging
• Afturkallingartrygging

Ring til okkara og vit greiða tær neyvari frá ymsu tilvalunum og júst røttu samansetingini til tykkara tørv.


Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost