Sólblómuráðgeving

Sólblómuráðgeving hjá Betri Trygging

 

Hevur tú eitt ósjónligt brek, sum ger tað trupult at seta teg í samband við okkum um tryggingar?
So kanst tú nýta okkara sólblómuráðgeving - antin við at ringja, skriva ella biðja um ein fund.

Tá ið Sólblómulinjan ringir, vita vit, at vit skulu geva okkum betri tíð og gera okkum størri ómak við at lurta og tosa greitt. Vit eru tilvitað um, at samrøðan kann vera trupul fyri teg - og tey, sum tú kemur í samband við, hava øll fingið undirvísing í, hvussu tey lofta tær á bestan hátt.

Á sama hátt, tá ið vit fáa ein sólblómu-teldupost ella tú bíleggur ein sólblómu-fund. So veita vit tær eyka hjálp og stuðul – og geva okkum góða tíð.


Sólblómulinjan

 

Sólblómulinjan: tel 348601

Svarar gerandisdagar frá 10-15. Tey, ið svara, hava fingið undirvísing og vita, at tú hevur eitt ósjónligt brek, sum onkursvegna ger samrøðuna trupla fyri teg. Kann tann, sum tekur telefonina, ikki hjálpa tær, verður tú ikki umstillað/ur, men ringdur uppaftur beinleiðis av rætta viðkomandi. Vit senda sms, áðrenn vit ringja, so tú veitst av, at tað eru vit, sum ringja aftur fyri at hjálpa tær.

Sólblomulinjan

Sólblómuteldupostur

 

Sólblómuteldupostur: solbloma@trygging.fo

Verður svaraður gerandisdagar í vanligari arbeiðstíð.

Teir ráðgevar, ið svara hesum teldupostinum, hava fingið undirvísing og vita, at tú hevur eitt ósjónligt brek, sum hevur við sær, at nøkur ting kunnu vera trupul fyri teg.


Sólblómuteldupostur

Bílegg ein sólblómufund

 

Á heimasíðu okkara kanst tú bíleggja tær ein sólblómufund. Skriva nakrar upplýsingar um teg, hvat prátið skal vera um, hvørja deild tú vilt koma inn á og nær tú kundi hugsað tær at komið.

Teir ráðgevar, ið koma á fund við teg, hava fingið undirvísing og vita, at tú hevur eitt ósjónligt brek, sum kann gera samrøðuna trupla fyri teg.


Sólblómufund

Eg ynski fund við Betri Trygging

 

Um Sólblómuskipanina

Sólblómuskipanin er ein altjóða skipan, ið hjálpir fólki við ósjónligum breki.

Av teimum, ið bera brek, eru heili 80%, ið hava ósjónlig brek. Hjá hesum bólkinum kann gerandisdagurin vera avbjóðandi, tí onnur ikki síggja, at tey skulu taka serlig atlit. Tí ótolnast og ilskast fólk mangan inn á tey.

Sólblómubandið, ið tú eitt nú kanst fáa á deildunum hjá Betri Trygging, vísir umheiminum, at viðkomandi hevur eitt ósjónligt brek, ið atlit mugu takast til. Tað kann til dømis vera autisma, sálarligar líðingar, ADHD, demens, orðblindni, menningartarn, angist – ella kropslig brek, sum ikki síggjast.

Møta vit onkrum við sólblómubandinum, vita vit, at viðkomandi hevur eitt ósjónligt brek. Tað týdningarmesta er, at vit tá ikki døma og ilskast, men eru vinarlig, geva okkum góða tíð og hjálpa, um á stendur.

Sólblóma

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Sólblómulinjan

548 601