SkíggjaSunn familja

Frá skíggjatíð til familjutíð - Imran Rashid

SkíggjaSunn familja

Í meira enn eitt áratíggju hevur fartelefonin, teldan og sosialir miðlar verið fastur partur av gerandisdegnum hjá okkum flestu. Men nú eru vit øll so smátt farin at ásanna, at tað, sum skuldi savna okkum, hevur skilt okkum sundur. Nú ganga vit heldur við ringari samvitsku og hava kanska ikki amboðini til at broyta tað.

Spurningarnir, sum standa eftir, eru: Hvat gera vit? Hvussu sleppa vit burtur úr hesum?

Spennandi og læruríkur fyrilestur verður um hetta evnið á Glasi 17. november.

Danski Imran Rashid hevur svarið upp á spurningarnar omanfyri. Hann er lækni og hevur granskað í skíggjanýtslu, og í fjør gav hann út bókina “Skærmsund”. Við bókini hevur hann sett sær fyri at hjálpa foreldrum at fáa familjulívið í javnvág aftur.

Fyrilesturin tekur støði í bókini, sum snýr seg um, hvussu familjur fáa eitt sunnari og meira tilvitað tilknýti til skíggjar. Bókin er ein vegleiðing við ítøkiligum amboðum til bæði børn og vaksin.

Fyrilesturin er viðkomandi fyri øll - og kanska serliga til foreldur, sum føla seg hava mist tamarhald á støðuni, og sum sakna kvalitetstíðina saman.

Fyri Imran snýr hetta seg ikki um at rita út av øllum sosialum miðlum ella at tveita allar skíggjarnar vekk. Hetta snýr seg um at vera meira tilvitandi um, tað ið vit gera.

 

Tilmelding niðast á síðuni.

Hvør er Jakob Sorgenfri Kjær?

Virðisløntur danskur journalistur og rithøvundur, ið serliga hevur skrivað um, hvussu talgilding og tøkni hava ávirkað fólk, samfelag og fólkaræði.

Síðani 2006 hevur hann starvast á Politiken, og seinstu 20 árini hevur hann serliga skrivað um tøkni og talgilding.

Eitt nú hevur hann skrivað bókina ”KIG OP” (2024), ið gjørdist bestseljari og hevur fingið sera góð ummæli. Í bókini viðger hann, hvussu skíggjarnir komu ímillum okkum - og hann vísir á, hvussu vit kunnu taka tamarhaldið aftur.

Í 2020 var Jakob tann fyrsti at fáa tann tá nýggja talgilda frælsisprísin, ”Libre-Prisen”.

Greinarøð hansara í Politiken um sonevnda ”talgilda undirklassan” skundaði undir, at Danmark fekk fyrsta talgildismálaráðharran. Í yvir 60 greinum og samrøðum vísti hann á, at tey, sum ikki eru stinn í talgilda heiminum, missa bæði møguleikar, luttøku og rættindi í vælferðarsamfelagnum.

Í 2023 fekk Jakob Sorgenfri Kjær ”Hørup-prísin” fyri áhaldandi at vísa á sosialu slagsíðuna av talgildingini.

Nær, hvar og hvussu

Nær: 21. oktoberkl. 19.30
Hvar: Norðurlandahúsið
Hvussu: Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tó er avmarkað pláss.


Stroyming 

Fyrilesturin verður stroymdur á deildini á Tvøroyri.
Tilmelda stroyming

 

Tekna teg her

 

Avboð
Hevur tú fingið forfall, kanst tú melda frá her, so onkur á bíðilistanum kann fáa títt pláss.

Frámelda