5. element

Freistir ísv. Kristi himmalsferðardag

Hósdagur 26. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 27. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar bankaflytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, um flytingar skulu vera móttakarunum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:

  • Lønarflytingar: týsdagin 24. mai áðrenn klokkan 15.30
  • Vanliga flyting* til kontu í øðrum peningastovni: týsdagin 24. mai áðrenn klokkan 18:30
  • Flyting sama* dag til kontu í øðrum peningastovni: mikudagin 25. mai áðrenn klokkan 11:45

*Um tú ikki náddi hesar tíðarfreistir, ber til at gera Skundflyting, sum ikki er tengd at bankadøgum og er í hendi hjá móttakaranum fá sekund eftir, at hon er framd. Gev tó gætur, at freist fyri skundflytingar veldst um, hvønn peningastovn tú flytir til. 

Uttanlandsflytingar

Um flytingar til útlond skulu verða avgreiddar frá bankans síðu áðrenn Kristi himmalsferðardag, mæla vit til at avgreiða uttanlandsflytingar í Netbankanum í seinasta lagi mikudagin 25. mai klokkan 14.